Tvørafólk skifta øld við buldur og brak

Nýggjársaftan á Tvøroyri í ár, verður eitt kvøld, sum seint verður gloymt

Í ár skulu tvørafólk skjótast inn í nýggju øldina og nýggja túsundárið, sum teir ongantíð fyrr eru skotnir inn í eitt nýtt ár.

Tí í ár hevur nýggjársnevndin á Tvøroyri brynjað seg út til nýggjársaftan, sum ongantíð fyrr.

Og Oddur Dimon, formaður í nevndini, lovar, at hetta verður ein nýggársaftan, sum tvørafólk seint fara at gloyma.

Hesi seinastu árini er eisini Tvøroyri blivin nýggjársbygd burturav.

Tí hesi seinastu árini eru eisini tvørafolk farin at gera rættiliga nógv burturúr nýggjárinum og nú er nýggjársaftan blivin ein hin størsti veitsludagurin í býnum.

Tað byrjaði í smáum, tá ið Oddur Dimon og Ronnie Midjord tóku stig til at halda nýggjársaftan í Tvøroyrar klubba.

Men tað gingu bara tvey ár, so var klubbin ov lítil.

Síðani varð nýggjárshaldið flutt og gjørt alment. Hesi seinastu árini hevur haldið verið í ítróttarhøllina og gjørt alment.


Eitt tons av fýrverki

Hetta verður 10. ferð, at skipað verður fyri nýggjárshaldið á Tvøroyri.

Og nýggjársnevndin sigur, at túsundáraskiftið skal haldast so at tað seint verður gloymt.

Nevndin hevur altíð fíggjað nýggjárshaldini sjálv. Men hesuferð hevur býráðið stuðlað nevndini við eini peningagávu til at keypa fýrverk fyri.

Og tað fer eisini at síggjasta aftur, tí ár hevur býggjársnevndin keypt meiri fýrverk, enn tey nakrantíð fyrr hava havt.

? Vit hava eitt heilt tons av fýrverki, sum alt skal skjótast á midnátt nýggjársaftan, sigur Oddur Dimon.

Hann sigur, at alt fýrverkið er serliga útvalt. Teir hava sjálvir verið í Danmark og keypt tað og talan er um framúr gott, kinverskt fýrverk. Og eitt annað árið var hann enntá sjálvur í Tivoli Keypmannahavn og lærdi seg at skjóta fýrverk.

Hann sigur, at summar av bumbunum, sum nýggjársnevndin hevur keypt í ár, eru so stórar, at hann ivast ikki í, at hetta eru tær størstu bumburnar, sum nakrantíð eru skotnar í Føroyum yvirhøvur. Talan er um nakrar 12 tumma bumbur, sum nýggjársnevdin hevur útvegað sær nú til túsundáraskiftið.

Tær viga 17 kilo hvør, og við tí rætta rørinum, fara tær 1.700 metrar upp í luftina.

Men ætlanin er skjóta tær úr einum røri, sum er styttri enn tann heilt rætta longdin, tí so fara tær ikki so høgt upp og síggjast tískil betri.

Og at hesar bumburnar eru nakað fyri seg, kunnu sjálvt sumbingar vátta.

Tí teir royndu eina nú eitt kvøldið. Áðrenn høvdu teir givið sumbingum boð. So teir fóru niðan á Hestin, og eisini har sóu teir rakettina hjá tvøramonnum omanfyri fjøllini.


Vænta 1000 fólk

Oddur Dimon sigur, at nýggjárshaldið byrjar inni í ?Oldurdalinum? klokkan 23.45 nýggjársaftan. Tá verður kyndlagonga inn til ítróttarhøllina. Har verður bál og á midnátt verður fýrverkið skotið. Síðani verður farið inn í ítróttarhøllina, har Dan Nielsen, varaborgarstjóri fer at halda røðu og tey fara eisini at syngja. Borgarstjórin, Páll Vang, er sjúkur og sleppur tí ikki sjálvur við. Í ítróttarhøllini fáa fólk sjampanju og breyð við føroyskum viðskera ókeypis. Síðani fara ikki minni enn tvey orkestur at skiftast um at spæla til dans til tann ljósa morgun, tey eru Trio og Skák. Dansurin kostar 100 krónur.

Tey vænta minst 1.000 fólk til nýggjárshaldið.