Á kunnandi limafundi á Hotel Føroyum seinasta mikukvøld, legði nevndin í Havnar Handverkarafelag nýggju pensiónsskipanina, sum felagið sjálvt hevur greitt úr hondum, fram fyri limum sínum.
Inngjaldið
verður óbroytt
Í høvuðsheitinum kann sigast, at nýggja skipanin fer at løna seg betur fyri tann einstaka handverkaran, tá ið hann fer á pensión.
Hóast nýggja skipanin gevur tí einstaka handverkaranum meiri í pensión, so merkir hetta ikki, at limirnir í Havnar Handverkarafelag skulu gjalda meiri í pensiónskassan. Inngjaldið verður óbroytt; tað vil siga, at arbeiðsgevarin rindar 2%, meðan handverkarafelagið somuleiðis rindar 2%, altso 4% íalt.
Útrokningar hjá arbeiðsbólkinum vísa, at varisliga mett kann ein limur, sum umvegis tey 4% rindar 4.000 krónur í nýggju pensiónsskipanina um árið, fáa peningin aftur fýrafaldaðan, tá ið hann gerst pensionist. Tað vil siga 16.000 krónur. Um limurin hevur høgan ancennitet, tað vil siga, um hann hevur verið leingi við í skipanini, so veksur upphæddin munandi.
Solidarisk skipan
Nevndin í Havnar Handverkarafelag vísir á, at skipanin er solidarisk. Tað merkir, at allir limir gjalda 4.000 krónur í skipanina um árið. Hjá teimum flestu limunum í felagnum fara tey 4%, sum verða goldin í pensiónskassar, væl upp um tær 4.000 krónurnar, og í slíkum førum fer hvørt oyra, sum verður goldið meiri enn 4.000 krónur, í eina kapitalpensión.
Nýggja solidariska skipanin kemur at virka á tann hátt, at tá ið handverkarin gerst pensionist, fer hann at fáa eina fasta upphædd hvønn mánað, so leingi sum hann livir. Alt eftir hvussu stóran ancennitet, ið handverkarin hevur í skipanini, gerst mánaðarliga pensiónin hjá honum, men tað er ikki óhugsandi, at í miðal fer ein pensioneraður handverkari at fáa eini 3.000 krónur aftrat fólkapensiónini útgoldnar frá skipanini hvønn mánað.
Við at hava bæði nýggju pensiónsskipanina umframt vanligu kapitalpensíonina hjá handverkarafelagnum, fer handverkarin at vera væl fyri, tá ið hann verður pensioneraður. Hann fær ein posa við pengum frá kapitalpensiónini, umframt at hann fer at fáa eina fasta upphædd hvønn mánað.
Arvarættindini
eru eisini tryggjað
Sum nakað heilt nýtt, hevur Havnar Handverkarafelag tilevnað nýggju pensiónsskipanina soleiðis, at hon er arvatryggjað í heili 10 ár.
Hetta merkir, at um tann pensioneraði handverkarin doyr 2 ár eftir, at hann er farin á pensión, so arvar konan ella onnur av hansara nærmastu pensiónsútgjaldið tey næstu átta árini. Hetta er nakað heilt nýtt í føroyskum pensiónsviðurskiftum. Somuleiðis er hetta heilt nýtt í Norðanlondum, og sambært formanninum í Havnar Handverkarafelag, Eyðfinni Petersen, er nýggja pensiónsskipanin tann fyrsta arvatryggjaða í Norðanlondum.
Orsøkin til, at nýggja skipanin kann bera seg við so mikið høgum upphæddum, er tann, at Havnar Handverkarafelag upprættar ein grunn til skipanina, sum fær eitt stovnsfæ frá felagnum, sum fer at liggja um hálvafimtu millión krónur. Rentirnar av hesi stóru upphædd fáa skipanina til at bera seg.
Hjá summum kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at teir eldru limirnir í Havnar Handverkarafelag fyrstu árini fara at fáa meiri útgoldið frá nýggju pensiónsskipanini, enn teir yngru gjalda inn, men í veruleikanum er tað so, at teir eldru bert fáa eitt sindur aftur av tí stovnsfæ, sum teir sjálvir hava verið við til at gjalda.
Alt er føroyskt
framleitt
Tað serliga við hesi nýggju pensiónsskipanini hjá Havnar Handverkarafelag er, at øll skipanin, sum hon er, er føroysk framleiðsla. Sjálvt hugskotið til skipanina, bygnaðurin av skipanini, og enntá teldubókhaldsskipanin, ið nýtast skal til pensiónirnar, er framleidd í Føroyum. Tað er Vision Software í Klaksvík, sum hevur framleitt telduskipanina.
Eyðfinnn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at teir eru sera ernir av skipanini, og hann sigur, at advokaturin hjá felagnum, Óla Jákup Kristoffersen, eigur sín stóra part av æruni fyri nýggju pensiónsskipanina hjá handverkarunum í høvuðsstaðnum.
Eftir at nevndin í Havnar Handverkarafelag hevði kunnað limirnar um nýggju skipanina, var stovnandi aðalfundur av pensiónsgrunninum, sum fer at vera rættuliga atskiltur frá øllum øðrum aktiviteti hjá Havnar Handverkarafelag. Aðalfundurin samtykti einmælt at seta á stovn pensiónsgrunnin, og fyrsta nevndin hjá grunninum bleiv eisini vald. Í hana komu Tummas Kjærbo, Bjarni Petursson, Eli Brimsvík, Jens Meitilberg og Eyðfinn Petersen.
Fleiri av hesum høvdu verið við í arbeiðsbólkinum, sum hevði tilevnað pensiónsskipanina, og tað vóru eingi onnur valevni til nevndina.