Føroyar sluppu um gáttina til 21. øld uttan at tað nervaði tær stóru telduskipaninar.
Elektron, SEV, Føroya Tele og teir almennu stovnarnir eru eftir øllum at døma slopnir snikkaleysir frá ársskiftinum. Enn eru heldur ongar fráboðanir komnar um brek í stóru telduskipanunum í privata vinnulívinum.
Hetta upplýsir ár 2000 bólkurin undir landsstýrinum, sum hevur fylgt gongdini í sambandi við túsundára skiftið.
Vóru tilbúgvin
Orsøkin til at fyritøkur og stovnar fyribils eru sloppin so snikkaleys er, at tey hava tikið 2000-trupulleikan í álvara og hava búgvið seg til ársskiftið, verður sagt.
? Tað hevur verið gjørt eitt stórt arbeiði at forða fyri 2000-trupulleikanum, staðfestir Hjørdis Gaard, samskipari í ár 2000 bólkinum.
Vanligt nýggjár
Størsti spenningurin hevur kanska verið um hvussu tað fór at gangast Elektron, sum avgreiðir lønarflytingarnar. Og sum hevur ment sína egnu telduskipan.
? Hetta ársskiftið hevur líkst einum og hvørjum øðrum ársskifti, og vit hava ikki staðfest nøkur ár 2000-brek, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron.
Men allar súður eru ikki syftar enn. Í gjárkvøldi skuldu teldurnar á Elektron standa enn eina roynd, tí tá fóru fyrstu lønirnar gjøgnum skipanina. Og seinni í hesum mánaðinum og seinni í ár skulu teldurnar aftur standa sína roynd.
? Men vit hava longu roynt allar hesar koyringarnar, so tað er eingin grund, at halda at tað verður nakar trupulleiki.
? Skuldi kortini onkur lítil trupulleiki hent í kvøld, so er ikki sannlíkt at nakar fer at merkja nakað, segði Niels Christian Nolsøe á miðdegi í gjár.
Føroya Tele overvað
Sambært Hjørdis Gaard hevur telefonsambandið ikki verið nervað av 2000-trupulleikum.
? Einasti trupulleikin var, at millum kl. 00.10 og 00.25 nýggjársnátt var uttanlandstelefonin yvirbelastað, so at tað ikki fekst samband. Men tað var yvirbelastningur, leggur Hjørdis Gaard dent á.
Samskiparin sigur, at Føroya Tele hevur fyrst og fremst lagt dent á, at tryggja telefonsambandið. Harnæst, at teldurnar duga at halda skil á og skriva út telefonrokningarnar, tá tær koma fyri í næstum. Og eingin vandi skuldi verið fyri skeivum rokningum.
? Føroya Tele hevur kannað eftir, um avrokningarnar eru sum tær skulu vera, og higartil hava royndirnar verið í lagi, sigur Hjørdis Gaard.
Teldan vísti 1980
Á SEV hava teldurnar heldur ongar trupulleikar havt av ártúsundskiftinum, sigur Hjørdis Gaard, sum hevði samband við SEV nýggjársnátt.
Á Landsverksfrøðingsstovninum var tó onkur telda, sum ikki megnaði skiftið til 2000, sigur samskiparin. Men eftir øllum at døma var brekið lítið og lætt at rætta.
? Teldan vísti árstalið 1980. Har fór mann so bara inn í datoskipanina og trýsti 2000 í staðin, sigur Hjørdis Gaard.
Privata vinnulívið
Ár 2000 bólkurin undir landsstýrinum hevur eisini havt samband við privatar KT-veitarar. Og fyribils eru heldur eingi tekin um, at privata vinnulívið í Føroyum er nervað av 2000-trupulleikanum.
? Men enn er ov stutt fráliðið, at siga nakað við vissu. Flestu starvsfólkini eru ikki farin til arbeiðis fyrr enn í morgun. So er okkurt brek kemur tað kanska ikki til sjóndar fyrr enn seinni í vikuni, segði Hjørdis Gaard á miðdegi í gjár.










