Kunningarskriv um broytingarnar í elprísunum frá 1. januar ár 2000

-

Við gildi frá 1. januar ár 2000 lækka allir elprísir við ímillum 5% og 7%.

Fyri eini vanlig sethús lækkar prísurin úr 1,17 kr./k.kwh niður í 1,11 kr./kwh fyriuttan MVG. Við MVG verður talan um eina lækking uppá 7,5 oyru/kwh. Fyri eitt meðal húsarhald (5.000 kwh/ár) verður talan um eina sparing uppá 375 kr. um árið.

Hetta er 5. árið á rað, SEV hevur lækkað elprísin hjá húsarhaldinum, t.v.s. úr 1,39 í 1995 niður í nevndu 1,11 kr/kwh í 2000. Við MVG verður talan um eina sparing fyri eitt meðal húsarhald uppá 1.750 kr. um árið í ár 2000 samanborið við 1995.

Fyri størri ídnaðarvirkir v.m. lækkar prísurin úr 0,72 kr/kwh niður í 0,67 kr/kwh. Í 1991 rindaði ídnaðurin 1,25 kr/kwh, so fyri ídnaðin er prísurin næstan farin niður í helvt eftir 8 árum, og er nú á sama støði, sum fyri 20 árum síðani.

Fyri SEV merkir príslækkingin, sum far gildi frá 1. januar 2000, at inntøkan í 2000 verður umleið 10 mió. kr. lægri enn í 1999.

Málið hjá SEV er - eins og gjørt hevur verið nú í nógv ár - at halda áfram at bøta um góðskuna á elmegini við m.a. útbygging og betran av elkervinum samstundis sum vóna verður, at elprísirnir kunnu halda áfram at lækka, hóast gongdin í oljuprísunum í seinastuni hevur verið okkum ímóti.

Tórshavn, tann 31. des. 99

Elfelagið SEV