ákæruvaldið noyðist eftir øllum at døma at sleppa einum sakarmáli ímóti gamla skipsreiðaranum Anders Jensen. Donsku myndugleikarnir hava skuldsett tann 82 ára gamla reiðaran fyri at hava smuglað 6.000 tons av [...] 1984, og donsku myndugleikarnir hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, so hann kundi koma fyri rættin. Men mánadagin boðaðu suðurafrikansku myndugleikarnir frá, at gamli reiðarin verður ikki sendur til rættarsókn
fremja rationaliseringar. Farið verður undir at brúka sokallaða ?flúgvandi arbeiðsbólkar?, sum fara frá palli til pall at gera umælingaruppgávur heldur enn at hava fasta manning til hesar uppgávur á hvørjum [...] Sullom Voe. Tað er annars stór misnøgd millum oljufeløg eftir at stjórnin hevur hækka oljuskattin við 10%. Hinvegin vísa fakfeløg á, at skatturin oljufeløgini gjalda í Onglandi er bert helvtina av skattinum
tískil sera væl at sløkkja eldin. Húsini hava tó fingið stóran skaða, og alt skal helst takast úr húsinum, um tey ikki verða rivin niður. Leiðarin á sløkkiliðstøðini sigur, at umráðandi er at lata allar hurðar [...] hurðar aftur í einum húsum, ið brenna. Hetta forðar fyri, at roykurin fer um alt húsið, og tað kann eisini vera við til at kvala eldin. Hetta hevði húsfólkið í hesum húsunum ikki gjørt, men tað hevði avmarkað
og Lars Emil Johansen um, at sáttmálin millum Danmarkar og USA frá 1951 um nýtslu av Grønlandi til hernaðarlig endamál verður broyttur, soleiðis at Grønland verður fullgyldugur sátt-málapartur. Norðurat [...] Sáttmálin frá 1951 hevur við sær, at grønlendska fólkið hvørki hevur ávirkan á ella innlit í, hvat teirra land verður nýtt til. Støðan hjá Norðuratlantsbólkinum er, at hetta als ikki kann góðtakast. [...] Við hesum skal verða sagt frá, at føroyski limurin í Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi, Tórbjørn Jacobsen, fult og heilt tekur undir við kravinum hjá grøn-lendsku fólkatings-limunum, Kuupik Kleist og
sigur Heðin Mortensen, formaður í ÍSF, at ætlanin er at fylgja teimum norðurlendsku lógunum, og, at ongin skal kenna seg heilt tryggan. Heðin Mortensen sigur víðari, at allar dopingkanningarnar vera ófráboðaðar [...] Doping Tað verða ongin undantøk, nú donsk dopingfólk fara runt landið at vitja føroysk ítróttafeløg. Alt frá golf til fótbólt kann vænta sær vitjan, bæði undir venjing og til dyst. Framferðarhátturin verður
grundarlag fyri at stevna tjóðveldistingmanninum fyri ærumeiðing. Høgni Hoydal hevur ikki verið at hitt, síðan viðmerkingin hjá Tórbirni Jacobsen varð prentað, og í gjár bar heldur ikki til at fáa orðið á [...] frá Høgna Hoydal var, at hann hevði onga viðmerking, tí talan var um eitt ?innanhýsis samgongumál?, sum hann málbar seg. Torbjørn Jacobsen hevur eisini verið óvanliga torførur at fáa orðið á seinastu dagarnar
Nú ber til at vitja Guðrun á hennara egnu heimasíðu. Guðrun er fyri tað mesta á ferð og í upptøkuhølum í Danmark, menn hetta er nú eingin forðing fyri at fylgja við henni ella at koma í samband við hana [...] hana. Managari hennara hevur syrgt fyri, at hon nú hevur egna heimasíðu, har tað fæst at vita um hana, um Føroyar og um hvat er á skránni hjá henni framyvir, tí konsertætlan sæst á síðuni langt fram í tíðina
r vilja vera við, at hann hevði eisini ábyrgdina av trygd forsetans. Bretskar fregnartænastukeldur siga, at Abid Hamid Mahmud var eisini leiðari fyri iraksku fregnartænastuni, og at hann hevði stóra ávirkan [...] ávirkan á herleiðsluna og trygdartænastuna. Bretar vilja eisini vera við, at generalurin hevði heimild til at ógilda samtyktir hjá stjórnini í Bagdad.
og tó at Southend var nærri við at vinna, so var úrslitið eitt satt vónbrot hjá heimaliðnum. Annan jóladag skuldi Hull so ferðast til York, men umstøðurnar at spæla har vóru somikið vánaligar, at hesin [...] gjørdist um eitt stig, so førkaði Hull seg uppeftir á talvuni, tí einki av hinum oddaliðnum megnaði at fáa nakra serliga úrtøku burtur úr jólunum.
skrivstovu hansara. Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum sigur, at brævið kom við postinum. Har varð tað kannað, og fyribils bendir einki á, at nakar heilsuvandi stendst av innihaldinum, sigur talsmaðurin [...] fyri eitt boð eftir serfrøðingum at kanna pulvurið, sum var í brævbjálvanum. Fimm amerikanarar eru deyðir av miltbrandi seinastu mánaðarnar. Myndugleikarnir váttaðu í gjár, at tað var onkur í USA, sum sendi [...] sendi brøvini við teimum vandamiklu miltbrandssporunum. FBI hevur nevnt, at tað helst var onkur við tilknýti til fregnartænastuna CIA, sum sendi brøvini.