Máttmikil skrivari tikin

Amerikansku hermenninir hava tikið ein av næstu medarbeiðarunum hjá Saddam Hussein.

Talan er um generalin Abid Hamid Mahmud, sum sambært amerikanska verjumálaráðnum var høgra hond hjá Saddam Hussein, og hann er tann hægsti av teimum iraksku leiðarunum, sum er tikin síðani kríggið. Alment var generalurin skrivari hjá fyrrverandi forsetanum, men amerikanarar vilja vera við, at hann hevði eisini ábyrgdina av trygd forsetans.

Bretskar fregnartænastukeldur siga, at Abid Hamid Mahmud var eisini leiðari fyri iraksku fregnartænastuni, og at hann hevði stóra ávirkan á herleiðsluna og trygdartænastuna. Bretar vilja eisini vera við, at generalurin hevði heimild til at ógilda samtyktir hjá stjórnini í Bagdad.