Friðarlig jól

Ongland

 

Jólini eru vanliga strævnasta tíðin hjá fótbóltsleikarum í Onglandi, men hjá Julian Johnsson og Hull gjørdust tey kortini heilt friðarlig.

Fríggjadagin spældu teir á heimavølli málleysan javnleik móti Southend, og tó at Southend var nærri við at vinna, so var úrslitið eitt satt vónbrot hjá heimaliðnum.

Annan jóladag skuldi Hull so ferðast til York, men umstøðurnar at spæla har vóru somikið vánaligar, at hesin dysturin varð avlýstur.

Hóast talan soleiðis bert gjørdist um eitt stig, so førkaði Hull seg uppeftir á talvuni, tí einki av hinum oddaliðnum megnaði at fáa nakra serliga úrtøku burtur úr jólunum.