Upppsagnir og olja
Uppsagnir hava verið væntandi, tí BP vil minka um útreiðslurnar og annars fremja rationaliseringar. Farið verður undir at brúka sokallaða ?flúgvandi arbeiðsbólkar?, sum fara frá palli til pall at gera umælingaruppgávur heldur enn at hava fasta manning til hesar uppgávur á hvørjum palli. Uppsøgnir verða í fleiri býum í Skotlandi, úti á pallunum og eisini á stóra oljuterminalinum Sullom Voe. Tað er annars stór misnøgd millum oljufeløg eftir at stjórnin hevur hækka oljuskattin við 10%. Hinvegin vísa fakfeløg á, at skatturin oljufeløgini gjalda í Onglandi er bert helvtina av skattinum, sum norska stjórnin krevur inn.










