Enn eitt pulvurbræv í USA

Hesaferð var tað amerikanski varauttanríkisráðharrin, Richard Armitage, sum fekk eitt bræv við hvítum pulvuri

 

Richard Armitage fekk kortini ongantíð brævið, tí myndugleikarnir fingu fatur á tí, áðrenn tað kom á skrivstovu hansara.

Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum sigur, at brævið kom við postinum. Har varð tað kannað, og fyribils bendir einki á, at nakar heilsuvandi stendst av innihaldinum, sigur talsmaðurin.

Uttanríkisráðið sendi alt fyri eitt boð eftir serfrøðingum at kanna pulvurið, sum var í brævbjálvanum.

Fimm amerikanarar eru deyðir av miltbrandi seinastu mánaðarnar. Myndugleikarnir váttaðu í gjár, at tað var onkur í USA, sum sendi brøvini við teimum vandamiklu miltbrandssporunum.

FBI hevur nevnt, at tað helst var onkur við tilknýti til fregnartænastuna CIA, sum sendi brøvini.