Nú ber til at vitja Guðrun á hennara egnu heimasíðu. Guðrun er fyri tað mesta á ferð og í upptøkuhølum í Danmark, menn hetta er nú eingin forðing fyri at fylgja við henni ella at koma í samband við hana.
Managari hennara hevur syrgt fyri, at hon nú hevur egna heimasíðu, har tað fæst at vita um hana, um Føroyar og um hvat er á skránni hjá henni framyvir, tí konsertætlan sæst á síðuni langt fram í tíðina. Síðan eitur www.gudrun-jacobsen.com Eisini ein fjepparasíða hevur sæð dagsins ljós og hon eitur www.gudrunsolja.dk