Tá sløkkiliðsmenninir komu á staðið, stóð húsið í ljósum loga. Roykkavarar vórðu sendir inn, og teir bastu eldinum eftir tíggju minuttum. Tað gekk tískil sera væl at sløkkja eldin.
Húsini hava tó fingið stóran skaða, og alt skal helst takast úr húsinum, um tey ikki verða rivin niður.
Leiðarin á sløkkiliðstøðini sigur, at umráðandi er at lata allar hurðar aftur í einum húsum, ið brenna. Hetta forðar fyri, at roykurin fer um alt húsið, og tað kann eisini vera við til at kvala eldin. Hetta hevði húsfólkið í hesum húsunum ikki gjørt, men tað hevði avmarkað skaðan munandi.