Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, hevur verið óvanliga styggur, síðan floksfelagi hansara, Tórbjørn Jacobsen, í sera hvassorðaðari viðmerking í bløðunum týsdagin kom við ákærum, sum geva løgmanni grundarlag fyri at stevna tjóðveldistingmanninum fyri ærumeiðing.
Høgni Hoydal hevur ikki verið at hitt, síðan viðmerkingin hjá Tórbirni Jacobsen varð prentað, og í gjár bar heldur ikki til at fáa orðið á floksformannin.
Einasta viðmerkingin vit, ígjøgnum millummann á Løgmansskrivstovuni, fingu frá Høgna Hoydal var, at hann hevði onga viðmerking, tí talan var um eitt ?innanhýsis samgongumál?, sum hann málbar seg.
Torbjørn Jacobsen hevur eisini verið óvanliga torførur at fáa orðið á seinastu dagarnar.