Við hesum skal verða sagt frá, at føroyski limurin í Norðuratlantsbólkinum á fólkatingi, Tórbjørn Jacobsen, fult og heilt tekur undir við kravinum hjá grøn-lendsku fólkatings-limunum, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen um, at sáttmálin millum Danmarkar og USA frá 1951 um nýtslu av Grønlandi til hernaðarlig endamál verður broyttur, soleiðis at Grønland verður fullgyldugur sátt-málapartur.
Norðuratlantsbólkurin er sostatt fullsamdur í hesum máli.
Sáttmálin frá 1951 hevur við sær, at grønlendska fólkið hvørki hevur ávirkan á ella innlit í, hvat teirra land verður nýtt til. Støðan hjá Norðuratlantsbólkinum er, at hetta als ikki kann góðtakast.