Niclasen sigur, at nógvar umsóknir vóru. – Hetta prógvar, at eftirspurningurin eftir lestrarstørvum er stórur. Sum landsstýrismaður arbeiði eg við at fáa almennar stovnar at taka fleiri [...] fleiri lærlingar, men tá tað er sagt, er tað týdningarmikið, at flokkarnir eisini gera sítt til, at lesandi fáa starvsmøguleikar, sigur Jørgen Niclasen. Fólkaflokkurin hevur tær báðar, Rebeccu Joensen
so seinni førdu við sær, at ICES vrakaði stovnsmetingina. Ístaðin avgjørdi ICES at brúka miðalveiðuna seinastu trý árini sum mest loyvdu veiðu í 2014. Samstundis varð avgjørt at hava ein sokallaðan “benchmark” [...] fund í februar 2014, har vísindafólk skuldu finna fram til ein nýggjan hátt at gera stovnsmetingar av makreli, soleiðis at tilráðingar kunnu gerast. Hetta ber ikki til uttan við einum modellim, skrivar [...] skrivar Havstovan. Í hesum døgum verður fundur so hildin í Keypmannahavn, har endamálið er at finna fram til modellið, sum skal nýtast, tá nýggjar stovnsmetingar verða gjørdar. Niðurstøðan frá fundinum, sum
"The Perfect Storm" í 1991, men onnur siga, at tað kann blíva verri. Tey siga, at "The Perfect Storm" gjørdi skaða fyri 200 milliónir dollarar, men at hesaferð kann talið fara upp um eina milliard dollarar [...] har um vegir. -Vit fyrireika okkum til, at Sandy kemur, og øll tilbúgving stendur til reiðar, sigur guvernørurin í New York, Andrew Como. Sjónvarpið CNN sigur, at ódnarveðrið kann blíva líka ringt sum "The [...] Kuba og Bahamas, er nú á veg ímóti amerikonsku eysturstrondini. Ódnin er ring, men veðurmenninir siga, at tað kann blíva uppaftur verri, um Sandy rennur saman við eini kuldabrúgv, sum er á veg tann vegin.
Råd) ráðstevnu, har tey saman fara at leggja eitt tvørpolitisk uppskot fram. Uppskotið snýr seg um, at hini norðanlondini ikki taka undir við tiltøkunum, ið ES ætlar at seta í verk móti Føroyum. ES situr [...] Samstarvið hevur verið fyrimyndarliga gott, og øll feløgini eru á einum máli um, at tað hevur verið bæði spennandi og mennandi at farið inn í hetta tvørpolitiska samstarvið, sum ungmanafeløgini vóna kann halda [...] viðleikari, tá ið fiskiríkidømi og aðrar avtalur skulu fáast til vega. Øll ungmannafeløgini eru samd um, at tað er ein óheppin støða, sum hvørki gagnar okkum, ella øðrum fiskivinnutjóðum. Ungmannafeløgini hava
skrivað undir eina áheitan á norsku Nobel-nevndina um at lata pakistonsku gentuni Malala Yousafzai friðarheiðurslønina. Menn hjá Taliban royndu at beina fyri teirri 15 ára gomlu Malala fyri einum mánað [...] í Birmingham í Onglandi hevur hon tað nógv betur. Læknarnir siga, at tað verður kortini neyðugt við einari skurðviðgerð afturat fyri at hampa eitt sár, sum hon fekk í høvdið av kúluni. Sjálv hevur Malala [...] myndugleikunum og myndugleikunum í Bretlandi fyri hjálpina. Nú halda meiri enn 60.000 fólk, at Malala eigur at fáa Nobel-friðarheiðurslønina. Shahida Choudhary, sum býr í Bretlandi, kom við hugskotinum
lætt hjá Hans Mortensen at bróta upp úr nýggjum. Undir greinini ber til at hoyra frásøgnina hjá Poul Michelsen, har hann livandi greiddi frá tíðini í 1970-árunum, tá hann upplivdi, at SMS gjørdist veruleiki [...] heldur, at føroyskt handilslív er komið langt síðani 1977. Poul Michelsen vitjaði Rás2 í sendingini, sum Rás2 sendi av torginum í SMS í samband við 35 ára dagin hjá SMS. Poul Michelsen staðfesti, at tað var [...] Michelsen, sum stovnaði sína egnu fyritøku í 1974 minnist væl, tá tankin hjá Hans Mortensen føddist um at gera Føroya fyrsta handilsmiðdepil. Handilslívið í Havn trongdi til eina endurnýggjan, og var SMS ein
býráðnum kann ikki reka fólk úr miðbýnum við at nokta teimum parkeringspláss. Um viljin er til staðar, ber til at økja talið av parkeringsplássum munandi. Eg fari at arbeiða fyri 4 nýggjum parkeringshúsum mitt [...] pláss eru orsøk til, at handlar og matstovur mistrívast mitt í býnum. Her má vend koma í, tí bilurin er ein natúrligur partur av føroyska húsarhaldinum. Fólk mugu sjálv sleppa at velja, um tey brúka bil [...] Jóhannesar Paturssonargøtu 4) Á Skálatrøð Heitt verður á allar borgarar í Havn, sum eru góð við miðbýin, um at velja meg til býráðsvalið
børn. 65 fólk vórðu særd. Ísraelsmenn siga, at limir í Hamas hava skotið 120 rakettir inn í syðra part av Ísrael í seinastuni, og at ísraelska hermegin fer at steðga hesum álopunum. Trygdarráðið hjá ST [...] sendiharrar, sum høvdu biðið um fundin, og teir krevja, at trygdarráðið skal fordøma tey ísraelsku álopini. Egyptaland kunngjørdi í gjárkvøldið, at tað hevur tikið sín sendiharra úr Ísrael. [...] , rakti bygdina Kiryat Malahi har suðuri í Ísrael í morgun. Um somu tíð søkti ísraelska flogvápnið at málum í Gaza. Trý fólk doyðu, og fleiri vórðu særd. Í gjár beindu ísraelsmenn fyri Ahmed Jaabari, sum
»Vinir lova ikki vinum at koyra skít«. Átakið skal varpa ljós á vandan í at koyra promillukoyring, og tað verður fyrst og fremst gjørt við einum lýsingarátaki. Lýsing verður at síggja á portal.fo í døgunum [...] desember, og skelti verða latin landsins skeinkistøðum at heingja upp. Eisini verða plakatir við boðskapinum »Vinir lova ikki vinum at koyra skít« lætnar at nýta til skúlaveitslur, jólagildi og privatar veitslur
fyrilestrar. Stigtakararnir til Fountain House fara at greiða frá verkætlanini, og Heri Kragesteen, sálarfrøðingur, fer at greiða frá um sálarsjúku. - Vit vóna, at nógv fólk koma til tiltakið og vilja stuðla annars [...] Sjónleikarhúsinum í Havn. Endamálið við stuðulstiltakinum er at savna inn pening til ætlaða Fountain House, sum tað almenna ikki vil stuðla. Umframt at savna inn pening verður eisini skipað fyri minniskonsert [...] gjørligt, siga Hergeir Stakksberg og Súsanna Winther Poulsen, sum eru stigtakarar. Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu, sum Heri Simonsen hevði við Súsonnu Winther Poulsen og Lisu í Dali um Fountain