Meiri enn 60.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan á norsku Nobel-nevndina um at lata pakistonsku gentuni Malala Yousafzai friðarheiðurslønina.
Menn hjá Taliban royndu at beina fyri teirri 15 ára gomlu Malala fyri einum mánað síðani. Hon varð rakt í høvdið, men eftir viðgerð á einum sjúkrahúsi í Birmingham í Onglandi hevur hon tað nógv betur. Læknarnir siga, at tað verður kortini neyðugt við einari skurðviðgerð afturat fyri at hampa eitt sár, sum hon fekk í høvdið av kúluni.
Sjálv hevur Malala Yousafza takkað fyri ta stóru hjálpina og allar heilsanirnar, sum hon hevur fingið, og foreldrini, sum hava verið í Onglandi og vitjað hana, hava eisini takka pakistonsku myndugleikunum og myndugleikunum í Bretlandi fyri hjálpina.
Nú halda meiri enn 60.000 fólk, at Malala eigur at fáa Nobel-friðarheiðurslønina. Shahida Choudhary, sum býr í Bretlandi, kom við hugskotinum, skrivar NTB.










