Um vikuskiftið fara umboð úr øllum politisku ungmannafeløgunum til Finnlands á UNR (Ung Nordisk Råd) ráðstevnu, har tey saman fara at leggja eitt tvørpolitisk uppskot fram.
Uppskotið snýr seg um, at hini norðanlondini ikki taka undir við tiltøkunum, ið ES ætlar at seta í verk móti Føroyum. ES situr sum dómari og viðleikari, tá ið fiskiríkidømi og aðrar avtalur skulu fáast til vega. Øll ungmannafeløgini eru samd um, at tað er ein óheppin støða, sum hvørki gagnar okkum, ella øðrum fiskivinnutjóðum.
Ungmannafeløgini hava nú í fýra mánaðir skipa fyri fyrilestrum og kjakfundum, har málið er gjøgnum gingið sera gjølla og greinað úr hvørjum horni, ið hugsast kann.
Samstarvið hevur verið fyrimyndarliga gott, og øll feløgini eru á einum máli um, at tað hevur verið bæði spennandi og mennandi at farið inn í hetta tvørpolitiska samstarvið, sum ungmanafeløgini vóna kann halda fram.