Átak móti rúsdrekkakoyring

Í døgunum 15. november til 1. desember skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri átakinum »Vinir lova ikki vinum at koyra skít«.

Átakið skal varpa ljós á vandan í at koyra promillukoyring, og tað verður fyrst og fremst gjørt við einum lýsingarátaki.

Lýsing verður at síggja á portal.fo í døgunum 15. november til 1. desember, á Facebook verður lýsing og virksemi frá 15. november til 31. desember, og skelti verða latin landsins skeinkistøðum at heingja upp.

Eisini verða plakatir við boðskapinum »Vinir lova ikki vinum at koyra skít« lætnar at nýta til skúlaveitslur, jólagildi og privatar veitslur. Hesar kunnu takast viður á www.ferdslutrygd.fo

Átakið vendir sær bæði til hvønn einstakan rúsdrekkakoyrara og hansara umhvørvi. Tað vil siga tey, sum eru saman við tí ávirkaða, áðrenn hann ella hon setur seg inn í bilin og koyrir.

Tað boðar Ráðið fyri Ferðslutrygd frá