Í annaðkvøld verður stórt stuðulstiltak í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Endamálið við stuðulstiltakinum er at savna inn pening til ætlaða Fountain House, sum tað almenna ikki vil stuðla.
Umframt at savna inn pening verður eisini skipað fyri minniskonsert fyri Rasmusi Rasmussen.
Tað verða kend nøvn sum Hanus G. Johansen, Makrel, 200, Diatribes og Sveinur, sum fara á pallin í Sjónleikarhúsinum í annaðkvøld klokkan 20.00.
Afturat tónleikinum verða eisini tveir fyrilestrar. Stigtakararnir til Fountain House fara at greiða frá verkætlanini, og Heri Kragesteen, sálarfrøðingur, fer at greiða frá um sálarsjúku.
- Vit vóna, at nógv fólk koma til tiltakið og vilja stuðla annars, so Fountain House kann lata upp skjótast gjørligt, siga Hergeir Stakksberg og Súsanna Winther Poulsen, sum eru stigtakarar.
Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu, sum Heri Simonsen hevði við Súsonnu Winther Poulsen og Lisu í Dali um Fountain House.