Tann tropiska ódnin Sandy, sum hevur herjað Jamaica, Haiti, Kuba og Bahamas, er nú á veg ímóti amerikonsku eysturstrondini. Ódnin er ring, men veðurmenninir siga, at tað kann blíva uppaftur verri, um Sandy rennur saman við eini kuldabrúgv, sum er á veg tann vegin. Avleiðingin av tí kann verða ódnarveður í fleiri dagar í New York og har um vegir.
-Vit fyrireika okkum til, at Sandy kemur, og øll tilbúgving stendur til reiðar, sigur guvernørurin í New York, Andrew Como.
Sjónvarpið CNN sigur, at ódnarveðrið kann blíva líka ringt sum "The Perfect Storm" í 1991, men onnur siga, at tað kann blíva verri. Tey siga, at "The Perfect Storm" gjørdi skaða fyri 200 milliónir dollarar, men at hesaferð kann talið fara upp um eina milliard dollarar.
Sandy hevur kravt umleið 40 mannalív í londunum í Karibiska Havinum.