Rakett drap tríggjar ísraelsmenn

Tríggir ísraelsmenn doyðu, og fýra vórðu særdir, tá ein rakett, sum var skotin úr Gazageiranum, rakti bygdina Kiryat Malahi har suðuri í Ísrael í morgun. Um somu tíð søkti ísraelska flogvápnið at málum í Gaza. Trý fólk doyðu, og fleiri vórðu særd.

Í gjár beindu ísraelsmenn fyri Ahmed Jaabari, sum var herovasti hjá Hamas, og í øðrum ísraelskum álopum í gjár doyðu seks fólk, teirra millum tvey børn. 65 fólk vórðu særd.

Ísraelsmenn siga, at limir í Hamas hava skotið 120 rakettir inn í syðra part av Ísrael í seinastuni, og at ísraelska hermegin fer at steðga hesum álopunum.

Trygdarráðið hjá ST hevði í nátt fund um støðuna. Tað vóru arabiskir sendiharrar, sum høvdu biðið um fundin, og teir krevja, at trygdarráðið skal fordøma tey ísraelsku álopini. Egyptaland kunngjørdi í gjárkvøldið, at tað hevur tikið sín sendiharra úr Ísrael.