Rebecca og Ása skulu hjálpa Fólkaflokkinum á tingi

Fólkaflokkurin hevur nú sett tvey lesandi í starv fyri flokk­in í Løgtinginum.

Føroysku flokkarnir fáa játtan á fíggjarlógini eftir stødd, har ein partur fer til hjálp hjá tingbólkunum hjá flokk­unum.
Fólkaflokkurin hevur lýst eftir fólki, og Jørgen Niclasen sigur, at nógvar umsóknir vóru.
– Hetta prógvar, at eft­ir­­spurn­­ing­ur­in eftir lestr­ar­størv­­um er stórur. Sum lands­­stýr­­i­s­­mað­­ur ar­beiði eg við at fáa al­mennar stovnar at taka fleiri lærlingar, men tá tað er sagt, er tað týdn­ing­ar­mik­ið, at flokk­ar­nir eis­ini gera sítt til, at lesandi fáa starvsmøguleikar, sigur Jørg­en Niclasen.
Fólkaflokkurin hevur tær báð­ar, Rebeccu Joensen og Ásu Klakk­­stein Thom­sen úr Klaksvík í starv. Tær lesa sos­i­alvísindi og sam­fel­ags­plan­legg­ing á øðrum ári á Fróð­skap­ar­setr­inum.