Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.
Tá stovnsmeting av makreli varð gjørd í fjør, vóru ávísir trupulleikar, sum so seinni førdu við sær, at ICES vrakaði stovnsmetingina. Ístaðin avgjørdi ICES at brúka miðalveiðuna seinastu trý árini sum mest loyvdu veiðu í 2014.
Samstundis varð avgjørt at hava ein sokallaðan “benchmark” fund í februar 2014, har vísindafólk skuldu finna fram til ein nýggjan hátt at gera stovnsmetingar av makreli, soleiðis at tilráðingar kunnu gerast. Hetta ber ikki til uttan við einum modellim, skrivar Havstovan.
Í hesum døgum verður fundur so hildin í Keypmannahavn, har endamálið er at finna fram til modellið, sum skal nýtast, tá nýggjar stovnsmetingar verða gjørdar. Niðurstøðan frá fundinum, sum nú verður hildin, verður kunngjørd seinni í ár, eftir ætlan skal nýggi frymilin nýtast, tá mest loyvda veiða – TAC – av makreli verður ásett fyri 2015.