valdar. Tað er sum í grøvini. Hetta er skoðsmálið tú kanst geva samráðingunum ella manglandi samráðingunum millum Føroyar og Bretland um undirgrundsmarkið í løtuni. Øll vóru fegin í summar, tá bretar aftur [...] onnur avkláring skuldi fyriliggja í hesum ?Brockmanskenda? máli innan eitt hálv ár. Hetta skuldi tó bert gerast ein stokkutur hiti. Tí tá partarnir møttust á fundi í London í heyst var ísakalt teirra millum [...] leiktjøldini í Føroyum. Spurningurin er, hvør tað er, sum diterarar endaliga føroyska marknapolitikkin. Er tað løgmaður, er tað uttanlandsnevndin, er tað danska uttanríkisráðið, er tað formaðurin í samráði
at geva henni gætur - tí hon er ein ljósglotti í myrkurinum. Talan er um tvey japonsk tunfiskaskip, sum nú í eina tíð hava verið á royndarveiðu undir Føroyum. FØROYINGAR hava við jøvnum millumbili tosað [...] vit kunnu koma uppí hesa veiðu. Fiskirannsóknarstovan gjørdi eftir okkara tykki rætt, tá hon í útvarpinum í gjár beyð føroyingum umborð á japonsku skipini at síggja hesa fyri okkum fremmandu verð, sum [...] eisini kann vera neyðugi ígongdsetarin fyri teir, sum vilja seta pengar í hetta. Nú hoyra vit, at føroyingar vilja ikki seta pengar í nakað sum helst, tí eingi lønandi projekt eru. Kanska tunfiskaveiða er
upphædd, sum tey klára at rinda. Í okkara verð eigur tað almenna í Føroyum at vera við til at seta í gongd og eisini halda lív í vinnuvirksemi, har hetta kann gerast lønandi í longdini. Okkara samfelag er [...] TAÐ er leiðslan í Fiskavirking og í Framtaksgrunnurin, sum eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur í tí meira. Hetta [...] VÁGAFÓLK og her serstakliga miðvingar eru í sera ringum skørum í hesum døgum. Og tað hava teir alla grund til. Fyrst gitingarnar og nú boðini um, at virkið í Miðvági skal lata, eru einki minni enn ein
Hvat siga tey mongu ærligu og siðiligu fólkini í fólkaflokkinum til, at oddamað teirra ber seg at sum ein Le Pen í Fraklandi, ein Sharon í Ísrael og ein Hagen í Noregi! Er hetta tann linja, sum tey halda teirra [...] politikarar taka okkum í Føroyum fyri fult, tá vit ferð eftir ferð velja henda sama útspillaran aftur á fólkating at umboða okkum! VIST hava vit ein trupulleika.. Vil tú Føroyum væl, so syrg fyri, at hesin [...] mest avdúkandi. Nevnliga skammiliga vanvirðingin fyri teimum veiku í samfelagnum. Tað var undir fíggjarlógarumrøðuni, at formaðurin í tingbólki fólkafloksins og eisini fólkatingsmaður, Óli Breckmann, lanseraði
nógva olju og gass, so verður hetta at minna nógv um støðuna í Norðsjónum, tá mark varð ásett í skundi. Havast skal m.a. í huga tað, sum hendi í Norðsjónum millum Bretland og Noreg fyri skjótt 30 árum síðani [...] verið, um hon varð ásett í dag. Men hvussu og ikki so eru teir bretsku embætismenninir, sum góðtóku norsku ?miðlinju?-krøvini á sinni, alt annað enn keisarans vinir í Bretlandi í dag. Støðan er nevniliga [...] embætisfólk í Bretlandi, so ríður miðlinjumarkið við Noreg embætisfólkum sum ein marra, og teir, sum í dag standa fyri samráðingunum, vilja ikki gera somu mistøk sum teirra undanmenn gjørdu tað í 60-unum.
og sakliga men eisini avgjørdir greiða donskum polikarum frá viðurskiftunum í Føroyum og ávara móti tí, sum er við at henda í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Vit hava ikki brúk fyri føroyskum [...] stig til eina ráðstevnu í Tórshavn, har týðandi politikarar úr øllum flokkum í báðum londum verða boðin við til at viðgera Føroyar-Danmark ikki bert komandi tvey árini men eisini inn í næstu øld. Lat okkum [...] tora at hyggja hvør annan í eyguni og siga okkara hugsan hvør við annan á ein hátt, sum skapar virðing heldur enn at liggja í skýmaskotum og gera ætlanir. Latið okkum hvør í sær viðurkenna gjørd mistøk
hevur verið júst líka so stívrendur móti Føroyum í sínum úttalilsum sum aðrir, so her er einki gott í væntu. Tað vit seta okkara álit til er, at aðrir politikarar í danska javnaðarflokkinum so sum fólkatingsins [...] verður nýval. HETTA kann so gerast veruleiki longu í november í ár tvs. knapt eitt ár, áðrenn skeiðið er útrunnið. HVUSSU ein komandi stjórn fer at síggja út í Danmark eftir eitt nýval er sjálvandi ilt at meta [...] ávirkan á støðuna her í Føroyum ella á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. VIT teljast millum teirra, sum eru stak ónøgd við politikkin, sum danska stjórnin hevur rikið mótvegis Føroyum, og tað er okkara
stendur í Sosalinum dag um dag. Býr tú í Moskva, í Peking, í Singapore, Í Melbourne, í Lima ella hvar tað skal vera, so kanst tú hvønn dag fara inn á internetið og á telduni lesa, hvat fer fram í Føroyum [...] upp - tann fyrsta av sínum slag í Føroyum - sum ger tað møguligt hjá føroyingum og øllum øðrum úti sum heima at lesa blaðið alt á internetinum. HETTA byrjaði annars í tí smáa, har blaðið gjørdi avtalu [...] kanst samskifta í tínum egna landi og eisini millum lond á nógvar ymsar hættir. Postur og flutningur er tað vit kenna best til - síðani telefon, telex, telefax og nú eisini internetið. SKAL tú í dag hava eini
SÍÐST í hesi vikuni fáa vit at vita, hvat útlendskir ummælarar halda um filmin Barbara. VIT hava annars sæð og hoyrt tey fyrstu føroysku ummælini av filminum, sum varð vístur í Havnar Bio og í Norðurl [...] vekja áhuga hjá fólki fyri Føroyum, sum tá aftur kann vera við til at knýta tættari bond millum Føroyar og onnur lond. Løgmaður og ríkisumboðsmaðurin hildu fyri í blaðnum í gjár, at møguliga kann filmurin [...] ahúsinum sunnudagin. Hesi ummæli hava verið ymisk, tó at tey í høvuðsheitum eru positiv. FÓLK, sum Sosialurin tosaði við eftir sýningina í Norðurlandahúsinum, vóru sum heild sera væl nøgd við filmin, hóast
Meðan lesarin heima í Føroyum í dag situr við hesum blað framman fyri sær, so kann onkur føroyingur í Kina, í Singapore ella í Argentina fyri fleiri tímum síðani hava lisið blaðið, tí í somu løtu, blaðið [...] vitað, at Sosialurin í 1997 kundi lesast í øllum heimsins londum. Men tað er kortini veruleikin. Tað var eitt stórt stig, Sosialurin tók í sínari tíð, tá farið varð undir off-sett tøknina í sjeytiárunum. Sum [...] heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var tað teldan, ið var loysnin. Soleiðis gekk eisini á, at Sosialurin seinast í áttatiárunum keypti telduútgerð, sum tá var nýtímans, men sum í dag fyri tann teldukøna