sjálvur, at tað er tíð hjá mær at fara víðari. Eg vil eisini fegin bjóða familjuni hjá mær eitt sindur meira av støðufesti, tí hetta hevur verið tungt hjá teimum. Ikki minst hjá soni mínum, sum hevur skift [...] verið trupult hjá sær í Klaksvík. - Eg segði alla tíðina, at tað liðið, sum spældi besta fótbóltin í ?99 var B36, og sjálvsagt var hetta ikki væl dámt í Klaksvík. Tað er bara soleiðis hjá mær, at eg alla [...] sambandi vil eg eisini nevna VB, sum var fyrsta felagið hjá mær, og ikki minst Egill Steintórsson, sum fekk meg til Føroya. - Tað var eitt sindur stuttligt hjá mær, at royna hetta fyrstu ferð. Har komu onkrir
eyka møguleika at koma til HM-endaspælið. Orsøkin er tann, at tað longu nú er greitt, at slovenski venjarin, Katanec, noyðist at vera fleiri av stuðulsleikarum sinum fyri uttan til dystin móti Føroyum. Einum [...] vera við ímóti Føroyum. Harafturat er tað ivaleyst eisini ein dyggur smeitur, at miðvallarstrategurin hjá liðnum, Malin Oosterc, tykist vera somikið illa skaddur, at hann neyvan verður tøkur til dystin. Hetta [...] merkir so, at Katanec skal seta eitt at kalla nýtt lið saman, og støðan verður ikki lættari av, at venjarin enn ikki er greiður um, hvørjir leikarar verða førir fyri at spæla, og hvørjir mugu geva avboð.
um, at Jens Pauli Marstein ikki hevur nakað at gera í hesum døgum. Tað er jú soleiðis, at er læknin hjá landsliðnum arbeiðsleysur, so er landsliðið væl fyri, og í so máta tykjast eingir trupulleikar at vera [...] seg, men danir siga vanliga, at ein góð byrjan er helvtin av arbeiðinum, og um so er, so sær støðan hjá føroyska liðnum ikki annað enn heilt góð út. Ongar ábendingar Fyrrapartin hósdagin hevði landsliðið [...] sluppu at røra seg eitt sindur. Fáa kensluna av grasi, og bara koma í gongd sum so. Ofta plagar venjarin at býta í tveir partar, har tanð so væl kenda gula liðið er mest átøkt tí, sum fer at byrja inni
beinleiðis pláss í HM umdanspælinum. Blaðið hevur spurt jugoslaviska venjaran, hvussu møguleikarnir eru hjá føroyingum at fáa stig ímóti Sovenia. Jugoslvavia skal spæla heima ímóti Luxemburg, men tað verður [...] spælarunum fíggjarliga fyri at eggja temum til at geva eitt sindur eyka ímóti Slovenia. Men tað heldur venjarin er óneyðugt. Hann sigur, at hann hevur verið í Føroyum og at føroyingar eru eitt ógvuliga rættskaffið
landsliðið skal setast, og dagurin í dag er einki undantak í so máta. Undir ongum umstøðum fæst venjarin at siga, hvørjir teir 11 verða, sum byrja inni á vøllinum leygardagin, men sum vant, so kunnu onkrar [...] bent á, at Arnbjørn Danielsen fer at teljast millum teir, sum fara at byrja á vøllinum. Toftamaðurin hjá B36 hevur áður verið við í hópinum, men tá hevur tað aloftast verið soleiðis, at navn hansara hevur [...] ferðast, er, hvørt liðið skal spæla við einum ella tveimum áleyparum, men út frá teimum útsagnum, sum venjarin er komin við, so bendir alt á, at talan bert verður um hin eina áleyparan, og so er spurningurin
tann vegin, at venjarin hevur sett sjøtul á eitt slag av endurnýggingararbeiði, eftir at hann annar í eini fýra ár hevur hildið rættiliga fast um leikararnar í hópinum. Sjálvur er venjarin ikki ósamdur í [...] landsdystur Enn er einki staðfest um venjaraspurningin hjá føroyska landsliðnum, og tað tykist heldur ikki gjørligt at fáa nakrar ábendingar um, hvørt Allan Simonsen fer at halda fram í starvinum. Einasta [...] sum kann sigast við vissu er, at í hesum sáttmálaskeiðinum verður dysturin leygardagin tann seinasta hjá lítla dananum. Eftir venjingina hóskvøldið, sum annars varð avbrotin av einum óvanliga grovum æli,
Rættiligt rok var í KÍ-høllini, tá Stjørnan og Kyndil dystaðust sunnudagin. Venjari hjá Kyndli er fyrrverandi Stjørnu-venjarin, Rógvi Nielsen, og har umframt spælir Annika Ljósstein eisini við á Kyndla-liðnum [...] rætta teg eftir hesum. Øði kom í hjá teimum av hesum, og tá tær so í roynd og veru fingu tríggjar útvísingar á rað, kundu vit koyra sigurin heim, segði klaksvíks-venjarin um dystin. Dysturin í tølum: St [...] heimaliðið, og munurin, sum í hálvleikinum var sjey mál, var minkaður niður í tvey. Undir eini útskifting hjá Kyndli ger tíðtakarin vart við, at alt ikki farið rætt fram. Avleiðingin var, at Kyndil fekk leikara
pressuni úttala fleiri seg um spælistílin hjá Thomasi Gravesen. Morten Olsen sigur, at hann roknar fyrrverandi Vejle spælaran sum lyklapersón á liðnum. Men venjarin ásannar, at tað kann vera torført at finna [...] var 6?0, og munurin var so mikið stórur, at tað var ikki við síðuna av at hugsa aftur á 14?2 sigurin hjá dønum ímóti Íslandi í 1967. Danir høvdu frammanfyri fleiri enn fjøruti túsund áskoðarum HM kappingina
gjørligt at gera økið hjá mótstøðumonnunum trongt at spæla í, men soleiðis var ikki hesa ferð. Størsta orsøkin tóktist vera, at uttan arbeiðsorkuna hjá Julian Johnsson og evnini hjá Fróða Benjaminsen at [...] leikararnir hjá Slovenia veruliga eru hetjur í lítla landinum. Við einum sigri á Føroyum kundi liðið tryggja sær ein eyka møguleika at koma til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð í stuttu søguni hjá landinum [...] hetta nakað við mentala troyttleikan hjá spælarunum at gera. Hóast kropsliga venjingarstøðanog bóltførleikin uttan iva er betri í oktober enn í mars, so er hugurin hjá leikarunum at spæla nógv størri tá
aftur hesa ferð tikið Jákup fram um Jens Martin, og hann livdi sum so eisini upp til tað álit, sum venjarin sýndi honum. Var í tveimum førum bjargingarmaður í einum móti einum støðum, og ikki minst man Johan [...] Kurt var um at skava bóltin í kassan eftir hornaspark. Saman um tikið eitt avrik, sum prógvaði virðið hjá Kurt fyri liðið, og at saknur verður í honum framyvir, er einki at ivast í. 9. Jákup á Borg, B36 18/0 [...] ikki, at stuðulin frá liðfeløgunum var so øgiligur. Hetta gjørdi sjálvsagt, at arbeiðsumstøðurnar hjá Christian Høgna vóru sera truplar, og tá hann heldur ikki er leikarin, sum er skúlaður til at spæla