landsdystur
Enn er einki staðfest um venjaraspurningin hjá føroyska landsliðnum, og tað tykist heldur ikki gjørligt at fáa nakrar ábendingar um, hvørt Allan Simonsen fer at halda fram í starvinum.
Einasta, sum kann sigast við vissu er, at í hesum sáttmálaskeiðinum verður dysturin leygardagin tann seinasta hjá lítla dananum.
Eftir venjingina hóskvøldið, sum annars varð avbrotin av einum óvanliga grovum æli, fingu vit orðið á venjaran, og bóðu hann taka saman um tey úrslit, sum landsliðið hevur havt higartil í undankappingi. Einari undankapping, sum undir øllum umstøðum hevur verið søgulig á tann hátt, at Føroyar ongan tíð áður hava vunnið sær somikið nógv stig, sum hesaferð.
- Yvir høvur haldi eg, at vit kunnu vera nøgdir um úrslitini. Vit hava spælt nakrar heilt góðar dystir, og sjálvt um alt ikki hevur verið eins gott, so hava vit fingið nøkur góð stig, og fleiri ferðir hevur tað eisini verið heilt nær við, at vit hava skapt eina veruliga sensatión.
Mugu hugsa frameftir
Verður hugt at hesum báðum seinastu árunum, so er landsliðið eisini broytt rættiliga nógv hesa tíðina. Spakuliga eru fleiri nýggir mans komnir inn í hópin, og fleiri hava tulkað hetta tann vegin, at venjarin hevur sett sjøtul á eitt slag av endurnýggingararbeiði, eftir at hann annar í eini fýra ár hevur hildið rættiliga fast um leikararnar í hópinum.
Sjálvur er venjarin ikki ósamdur í hesum, men hann leggur tó dent á, at hetta einki hevur at gera við, hvørt venjarin komandi árið eitur Allan Simonsen ella ikki.
- Nógvu broytingarnar hesi árini eru fyrst og fremst íkomnar av, at fleiri av vanliga føstu leikarunum onkursvegna hava verið noyddir at geva avboð.
- Til dømis hava tað verið heilt nógv avboð til dystin hesaferð. Bæði orsakað av skaðum og leikbannum, og ti eru vit noyddir at taka fleiri nýggjar mans við. Soleiðis hevur støðan verið nærum hvørja ferð, og so mugu vit bara vóna, at væntandi royndirnar ikki gerast alt ov sjónligar leygardagin.
Hvussu er og ikki við hesum, so hevur seinasta árið ella so kortini víst, at talan í hvussu so er um einar tveir til tríggjar leikarar, sum veruliga hava bitið seg fastar í hópinum. Leikarar sum uttan iva eina langa framtíð á landsliðnum.
- Tað er rætt, men tað síggja vit á landsliðnum so avgjørt eisini sum okkara uppgávu. Tað er altíð neyðugt við einari leypandi útskifting av leikarum. Fyrst og fremst er mín arbeiðssetningurin at fáa sum mest burtur úr teimum leikarum, sum Føroyar eiga, men harafturat skal eg sjálvandi eisini hugsa um framtíðina hjá liðnum, og tað haldi eg, at vit hava gjørt »stille og roligt«.
- Tað nyttar jú einki, um alt liðið skal skiftast í senn, tá broytingarnar eina ferð skulu henda. Tað megnar liðið snøgt sagt ikki at bera, og eg haldi eisini, at teir meira royndu leikararnir, sum so hvørt eru givnir á landsliðnum hava skilt hetta.
Eingin dumpaður
At broytingarnar hava verið somikið stórar hesi bæði árini, hevur tó samstundis prógvað, at føroyski landsliðshópurin er rættiliga breiður. Har tað áður var talan um einar 20 leikarar, sum vóru evni til landsliðið, so líkist hetta tal meira 30 í ár, og enn er tað so ikki komið fyri, at ein ungur leikari hevur dumpað til próvtøkuna, tá hendar skal standast á vøllinum.
Allan Simonsen er eisini bæði fegin og errin um, at ungu menninir hava staðið seg somikið væl.
- Eg haldi veruliga, at nýggju menninir hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Hóast tað ikki altíð kann vera rúm fyri øllum, so sært tú til dømis hesaferð, at vit hava einar seks meira ella minni nýggjar leikarar við, og at hesir kunnu koma uttan stórvegis hóvasták ber í hvussu so er boð um, at hópurin er vorðin nakað væl breiðari, og hetta haldi eg vit eiga at gleðast um, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda.
Soleiðis fæst enn eingin ábending um, hvørt hesin heldur fram í starvinum komandi árini, men undir øllum umstøðum tykist arbeiðsgrundarlagið hjá einum komandi venjara at vera komið í rættlag.










