Landsdystur
Allan Simonsen heldur vanliga kortini nær at kroppinum, tá landsliðið skal setast, og dagurin í dag er einki undantak í so máta.
Undir ongum umstøðum fæst venjarin at siga, hvørjir teir 11 verða, sum byrja inni á vøllinum leygardagin, men sum vant, so kunnu onkrar ábendingar tó fáast frá venjinginini.
Pláss til Arnbjørn
Her er tað nevnliga aloftast soleiðis, at býtt verður í tveir partar, har annað liðið líkist ógvuliga nógv tí, sum byrjar inni í dystinum. Enn kann sjálvandi einki sigast við vissu, men út frá venjingini, sum landsliðið hevði hóskvøldið, so kundi tað bent á, at Arnbjørn Danielsen fer at teljast millum teir, sum fara at byrja á vøllinum.
Toftamaðurin hjá B36 hevur áður verið við í hópinum, men tá hevur tað aloftast verið soleiðis, at navn hansara hevur verið at funnið somikið niðarliga á dómaraseðlinum, at talan hevur verið um ein sess á beinkinum. Verður hugt eftir hópinum, so eru heldur ikki so øgiliga nógv onnur kort, sum Allan Simonsen hevur til sentrala miðvøllin. Einasti leikarin, sum dagliga spælir á plássinum, man vera Klæmint Matras, men hóast hann hevur havt eitt framúr gott kappingarár, so kann ikki roknast við, at hann verður tveittur fyri leyvurnar á fyrstu landsliðsferð síni.
Harafturat tykjast ábendingarnar eisini at vera tann vegin, at Øssur Hansen verður fluttur longur inn á vøllin, fyri at byrgja upp fyri missinum av Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson. Hetta kann so geva rúmd fyri einum nýggjum miðvallara í borðinum, og verður talan tá allar helst um antin Súna Olsen ella Heðin á Lakjuni.
Ein á toppinum
Annað ivamál, sum aloftast er, tá landsliðið ferðast, er, hvørt liðið skal spæla við einum ella tveimum áleyparum, men út frá teimum útsagnum, sum venjarin er komin við, so bendir alt á, at talan bert verður um hin eina áleyparan, og so er spurningurin, hvørt valið fellur á Christian Høgna Jacobsen ella Kurt Mørkøre.
Síðani dystirnar í vár, hevur Christian Høgni verið fremsta valið, men tað er kortini hugsandi, at tað heldur verður bakarin úr Klaksvík hesaferð. Fyrst og fremst tí at tað er sera krevjandi kropsliga at spæla einsamallur á toppinum, og at Kurt í so máta er nógv betri fyri enn álopsfelagin úr Runavík
Jens Martin inn
Seinasti spurningurin er so, hvørt tað verður, sum fer at verja føroyska málið. Sum nevnt í blaðnum í gjár, so hevur Allan Simonsen áður nýtt seinasta undakappingardystin til at geva eykamanninum eitt herðaklapp, og tí kann væl roknast við, at Jens Martin fær plássið leygardagin.
Verður hetta soleiðis, og um gitingarnar omanfyri eru rættar, so kann føroyska liðið síggja soleiðis út, tá farið verður á vøllin:
Jens Martin Knudsen ? Johan Byrial Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Hans Fróði Hansen ? Jákup á Borg, Anrbjørn Danielsenn, John Petersen, Øssur Hansen, Súni Olsen ? Kurt Mørkøre.
Trýstið er hinvegin
Tá vit eftir venjingina hósdagin spurdu venjaran, um talan verður um somu uppskriftina sum vanligt hjá føroyska liðnum, vóru tað sum so ikki nøkur kollveltandi orð, sum vórðu fest inn á bandupptakaran.
- Tað verður tað sjálvandi. Vit hitta eitt lið, har leikararnir vita, at teir mugu og skulu vinna dystin. Megna teir ikki at gera hetta, vita teir av, at bæði miðlarnir, venjarin og áskoðararnir koma eftir teimum, og tí koma teir heilt víst at leggja eitt stórt trýst á okkum beinanvegin.
- Hinvegin kann hetta eisini gerast ein fyrimunur, um vit megna at standa ímóti trýstinum. Tíðin arbeiðir fyri okkum, og vit vita jú frá øðrum dystum, at tað júst er hetta, sum vit mugu stremba eftir. Klára vit at halda nóg leingi, so fer hetta at síggjast aftur í teirra spæli. Áskoðararnir venda sær eisini ímóti teimum og so framvegis, og tað kann so gera, at nervar fara at gera um seg á liðnum.
- Yvir høvur eri eg tó sera spentur til júst hendan dystin. Vit hava jú fleiri nýggjar leikarar við, og enn veit eg ikki, hvussu hesir reagera, tá eitt somikið stórt trýst er á liðnum, sigur Allan Simonsen at enda.