Landsdystur
Tað er ikki ofta, at fólk gleðast um at vera arbiðsleys, men í Slovenia tykjast tey flestu fegin um, at Jens Pauli Marstein ikki hevur nakað at gera í hesum døgum.
Tað er jú soleiðis, at er læknin hjá landsliðnum arbeiðsleysur, so er landsliðið væl fyri, og í so máta tykjast eingir trupulleikar at vera í landsliðsleguni hesaferð.
Sjálvandi er hetta ikki trygd fyri, at eingir skaðar fara at gera um seg, men danir siga vanliga, at ein góð byrjan er helvtin av arbeiðinum, og um so er, so sær støðan hjá føroyska liðnum ikki annað enn heilt góð út.
Ongar ábendingar
Fyrrapartin hósdagin hevði landsliðið so sína fyrstu venjing. Allan Simonsen nýtti ikki høvdi til at royna nakað serligt sum so. Denturin varð heldur lagdur á, at leikararnir sluppu at røra seg eitt sindur. Fáa kensluna av grasi, og bara koma í gongd sum so.
Ofta plagar venjarin at býta í tveir partar, har tanð so væl kenda gula liðið er mest átøkt tí, sum fer at byrja inni í komandi dystinum.
Soleiðis er tó ikki hesaferð. Hósdagin spældu leikararnir ístaðin í partum, sum vórðu ásettir eftir aldri, soleiðis at teir ungu spældu móti teimum »gomlu«.
Tað er eisini greitt, at sjáldan hevur Allan Simonsen havt somikið nógv at hugsa um, sum hann hevur hesaferð. Ein nýggjur miðvøllur skal finnast, og spurningurin er, hvussu venjarin fer at gera hetta. Mest sannlíkt tykist vera, at Jens Kristian Hansen verður togaður niðan á miðjuna, meðan Øssur Hansen eisini verður drigin inn av vongverjanum. Hetta gevur so rúmd fyri einum nýggjum vinsta bakki, og ivaleyst verður hetta Heðin á Lakjuni ella Súni Olsen.
Um so er, at Jens Kristian verður fluttur niðan á miðjuna, merkir hetta so helst eisini, at talan aftur verður um tveir álopsleikarar. Áður hevur ivamálið annars verið, hvørt einsamalli áleyparin skal vera Christian Høgni Jacobsen ella Kurt Mørkøre, men um talan verður um tveir, so slepst í øllum førum undan hesum hugleiðingunum.
Málverjin
Annars spurningur er so, hvør fer at byrja í føroyska málinum leygardagin.
Seinastu árini hevur Jákup Mikkelsen verið fyrsta valið framman fyri Jens Martin Knudsen, men tær báðar seinastu undankappingarnar hevur Allan Simonsen tó latið eykamálverjan fáa seinasta dystin. Soleiðis var í Grikkalandi í 1997, tá Jákup Mikkelsen slapp fram um Jens Martin, og støðan var júst hin øvugta í Prag fyri tveimum árum síðani.
Sum sagt hevur venjarin enn ikki givið nakrar ábendingar, men seinnapartin leygardagin vita vit helst betri í so máta.