Stjørnan-Kyndil 32-27 (16-9):
Hondbóltur
Rættiligt rok var í KÍ-høllini, tá Stjørnan og Kyndil dystaðust sunnudagin.
Venjari hjá Kyndli er fyrrverandi Stjørnu-venjarin, Rógvi Nielsen, og har umframt spælir Annika Ljósstein eisini við á Kyndla-liðnum hetta árið, og einki var at ivast í, at áskoðararnir til dystin fóru at hava onkrar viðmerkingar um hetta.
Tað vóru tó ikki áskoðararnir, men hinveign tíðtakarin í KÍ-høllini, sum veruliga fekk øði í, tá einir sjey minuttir vóru eftir at spæla. Kyndil hevði tá tikið seg nógv inn á heimaliðið, og munurin, sum í hálvleikinum var sjey mál, var minkaður niður í tvey.
Undir eini útskifting hjá Kyndli ger tíðtakarin vart við, at alt ikki farið rætt fram. Avleiðingin var, at Kyndil fekk leikara útvístan í fýra minuttir, og við hesum mistu takið á dystinum, sum tær annars vóru um at venda til egnan fyrimun um hetta mundið.
Illur inn á tíðtakaran
- Tað, sum hendir er, at tíðtakarin avgerð dystin fyri Stjørnuna, og tað kann eg so als ikki góðtaka. Vit eru í ferð við at venda dystin til okkara fyrimun, og eg eri vísur í, at tað var fyri at steðga okkum, at hann gjørdi soleiðis.
- Har afturat vr tað heldur ikki ein feilur, sum hendi, tá útskiftingin varð framd. Leikarin kom skievt inn á útskiftisøkið, men eg setti hana innaftur á vøllin fyrst, áðrenn hon so kom á beinkin á rættan hátt. Ikki fyrr enn tá sendi eg nýggjan leikara inn, so har er einki skeivt farið fram. Í fyrra hálvleiki gjørdu vit eina skeiva útskifting, men tá vóru somikið nógv mál á muni, at einki varð gjørt við hetta. Nú gjørdist brádliga heilt spennandi, og tí roynir tíðtakarin at ávirka dystin, sigur ein ikki serliga blíður Rógvi Nielsen.
- Tað sum síðani hendir, er so eitt mistak frá dómaranum. Teir geva leikaranum tvær ferðír tveir minuttir, men tað kanst tú bert gera, um leikarin mótmælir eini útvísing. Sjálvandi østi eg meg eisini um hetta, og tá eg so síggi tíðtakaran flenna at mær, tá eg gangi inn aftur, gjørdist heilt galið. Eg skuldi allar helst verið burturvístur úr høllini, men tað hendi so ikki. Ístaðin fær leikarin tvær ferðir tveir minuttir, og so var dysturin taptur fyri okkara viðkomandi, sigur venjarin, sum enn ikki hevur tikið støðu til, um hann ætlar at gera meira við málið.
- Tað havi eg so ikki avgjørt, men haldi tað vera stórt spell, at tað skal vera ein tíðtakari og ikki spælararnir, sum gera av, hvør skal vinna dystin. Eg sigi ikki, at vit høvdu vunnið, men vit høvdu fingið ein møguleika, men hann fór burtur við hasum, sigur ein harmur Rógvi Nielsen at enda.
Fýra restaðu í
Í Klaksvík vóru tey sum vera man fegin um stigini, sum dysturin kastaði av sær.
Geir Wardum, sum í ár venur klaksvíksgenturnar, helt eftir dystin, at serliga í fyrra hálvleiki gekst væl hjá hansara liði, sum annars mátti vera fýra leikarar fyri uttan, tí hesar hava verið í Finnlandi við KÍ-kvinnunum.
- Vit fáa tó trupulleikar í seinna hálvleiki, tá tær fara at mansverja bæði Simonu og Joan, og tá verjan samstundis ikki riggaði, togaðu tær seg sera nær at okkum. Tí kom tað sjálvandi væl við, at at handan hendingin tók seg upp móti endanum, men eg fái so ikki sagt, hvørt dómurin var rættur ella skeivur. Eg havi annað at takast við, enn at hyggja at teirra útskiftingum.
- Tað er tó soleiðis, at hevur dómarin ? ella tíðtakarin dømt ? so mást tú bara rætta teg eftir hesum. Øði kom í hjá teimum av hesum, og tá tær so í roynd og veru fingu tríggjar útvísingar á rað, kundu vit koyra sigurin heim, segði klaksvíks-venjarin um dystin.
Dysturin í tølum:
Stjørnan-Kyndil 32-27 (16-9)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Dziugyte 14(2), Andrijana Milodanovci 6, Joan M. Joensen 4, Anna Kristina Samson 4, Jastrid Gullaksen 3, Birgir Ryan 1
Kyndil: Annika Ljósstein 8(1), Ann Hansen 8(1), Lotte Sørensen 6, Palma Petersen 2, Ann-Mari Wang 1, Marjun Tróndarson 1, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Stjørnan 2, Kyndil 4
Útvísingar: Stjørnan 1, Kyndil 4
Dómarar úr KÍF: Vagnur Johanesen og Jákup Dam