BRØÐRADYSTUR
Tað er munur á at spæla í bestu feløgunum í Europa og so at spæla á eitt sindur lægri støði. Tað varð orduliga undirstrikað leygarkvøldið, tá danska fótbóltslandsliðið klæddi íslendska liðið av inn at skinninum. Úrslitið var 6?0, og munurin var so mikið stórur, at tað var ikki við síðuna av at hugsa aftur á 14?2 sigurin hjá dønum ímóti Íslandi í 1967.
Danir høvdu frammanfyri fleiri enn fjøruti túsund áskoðarum HM kappingina at spæla fyri. Íslendingar høvdu bara æruna at spæla fyri, og tað var eftir øllum at døma ikki nóg mikið. Í hvussu so er vóru teir ikki so nærlagdir í nærdystunum, sum teir t. d. vóru, tá teir fyri stuttum á heimavølli vunnu 3?1 á Kekkia. Og so var tað merkisvert, at íslendingar, sum plaga at vera ógvuliga nærlagdir í deyðbóltsstøðum, fleiri ferðir vóru ósketnir. Eitt nú tá Dennis Rommedal eftir horna skoraði til 1?0, og tá Thomas Gravesen úr 35 metrum sendi framvið manngarðinum og upp í málhornið.
Dennis Rommedal skoraði úr heilt stuttari fjarstøðu til 1?0, eftir at íslendingar á strikuni høvdu vart fyri stútara frá einum púra leysum Thomas Helveg. Eftir fínt gjøgnumspæl stútaði Ebbe Sand til 2?0, Thomas Gravesen økti við fínum lobbara, eftir at íslendingar høvdu verið ósketnir og mist aftast í verjuni, og sami spælarin økti við ivaleyst vakrasta frísparksmálinum, síðani Parkin varð umbygd.
Donsku spælararnir arbeiða dagliga í fremstu feløgunum í Italia, Týskalandi, Hollandi, Onglandi og í Grikkalandi, har fótbólturin í løtuni tykist hava tað ógvuliga gott.
Íslendsku spælararnir umboða feløg í bestu norsku og belgisku deildini og fleiri spæla í næstbestu eingilsku deildini. Onkur einstakur spælir í botnliðum í Týskalandi og Spania, og ein spælur í Chelsea. Men heildarmyndin leygarkvøldið var, at tað er stórur munur á, hvussu góðir teir, ið spæla á hægsta støði, eru, tá sammett verður við teir, sum spæla á eitt sindur lægri støði.
Í 2. hálvleiki skoraðu Ebbe Sand og innskifti Jan Michaelsen. Áskoðararnir vildu næstan ikki sleppa donsku spælarunum, sum ivaleyst í tí løtuni vóru mest fegnir um góða spælið, stóra sigurin og atgongumerkið til HM endaspælið, sum verður í Japan og Suðurkorera í juni komandi ár. Aftaná kunnu teir fegnast um, at hvør teirra burturúr undankappingini og endaspælinum fer at fáa meiri enn eina millión krónur!
Døkki bletturin
Mest eyðsýndi spælarin á danska liðnum var uttan iva Thomas Gravesen úr Everton. Miðvallarin var við í øllum, og fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði hann á landsliðnum. Ikki bara eina men tvær ferðir, og bæði málini vóru minnisrík.
Men tað, sum Gravesen verður mest umrøddur fyri í donsku pressuni, er andstyggiliga taklingin niður á skinnabeinið á verjuspælaranum Péturi Marteinssyni. Tað var eitt undur, at íslendingurin kundi reisa seg aftur og spæla víðari, í staðin fyri at verða borin av vøllinum við brotnum beini.
Danski miðvallarin fekk ikki reyða kortið, sum hann átti at havt fingið, og dómarin gav honum heldur ikki gula kortið.
Í donsku pressuni úttala fleiri seg um spælistílin hjá Thomasi Gravesen. Morten Olsen sigur, at hann roknar fyrrverandi Vejle spælaran sum lyklapersón á liðnum. Men venjarin ásannar, at tað kann vera torført at finna javnvágina, tá ídnið er so stórt.
Kasper Dalgas, sum nú spælir í OB, hevur áður spælt saman við Thomas Gravesen í Vejle. Teir vóru vinmenn sum smádreingir, og OB spælarin veit at siga, at Gravesen vildi altíð geva alt fyri at vinna ? eisini tá teir telvaðu. Spurningurin er, um Julian Johnsson, sum í Vejle búði í somu gøtu sum Thomas Gravesen, og sum var vinmaður hansara og spældi í sama fótbóltsfelag (pápi Thomas Gravesen var venjari) minnist tað sama um ídna miðvallaran á danska landsliðnum, sum Kasper Dalgas sigur seg gera. Tað hava vit ikki spurt Julian um (og tað ætla vit heldur ikki at gera!).