Landsdystur
Hóast slovenar mugu metast sum greiðir favorittar, tá teir leygardagin fara á vøllin móti Føroyum, so er tað ikki sørt at lokalu fjølmiðlarnir stúra fyri týdningarmikla dystinum, sum kann tryggja slovenum ein eyka møguleika at koma til HM-endaspælið.
Orsøkin er tann, at tað longu nú er greitt, at slovenski venjarin, Katanec, noyðist at vera fleiri av stuðulsleikarum sinum fyri uttan til dystin móti Føroyum. Einum liði, sum Slovenia longu hevur mist stig ímóti einaferð.
Nógv avboð
Fyrst og fremst eru tað leikbann, sum gera um seg. Acimovic, Pavlin og Ceh hava allir fingið ov nógv gul kort á kontina, og kunnu tí ikki vera við ímóti Føroyum. Harafturat er tað ivaleyst eisini ein dyggur smeitur, at miðvallarstrategurin hjá liðnum, Malin Oosterc, tykist vera somikið illa skaddur, at hann neyvan verður tøkur til dystin.
Hetta merkir so, at Katanec skal seta eitt at kalla nýtt lið saman, og støðan verður ikki lættari av, at venjarin enn ikki er greiður um, hvørjir leikarar verða førir fyri at spæla, og hvørjir mugu geva avboð.
Arbeitt verður við fullari ferð í slovensku heilsusektorinum, og ikki minst er tað stóra hetan hjá landinum, Zlatko Zahovic, sum prátið og skrivingin snúgva seg um. Hann hevur havt ein heldur argandi skaða í nakrar vikur, men tá vit frættu seinast, so vóru vónirnar kortini góðar fyri, at absolutta stjørnan á liðnum fór at gerast klárur.
Harafturat hava Rudonja og málverjin, Simeunovic verið eitt sindur ivasamir, men tað røkist nú fyri, at hesir eisini verða tøkir.
Stórur áhugi
Annars tykjast øll á einum máli um, at dysturin móti føroyingum hevur stóran áhuga millum fólkið. Leikvøllurin, Pod Bezigradom, hevur rúm fyri einum 10.000 áskoðarum, og miðlarnir tykjast ivaleysir í, at fullsett verður.
Einasti vansin, sum tíðindamenninir siga um vøllin, er, at orsakað av nógva regninum í Ljubljana, verður hesin helst nakað tungur at spæla á.
Fyri okkara menn er tó ikki víst, at hetta fer at verða nakar vansi. Fyrst og fremst tí hetta ivaleyst fer at viðvirka til, at slovenar helst fáa ilt við at fáa ferð á spælið, men við minninum um ein regnvátan dyst á Svangaskarði herfyri, gerast føroysku vónirnar um eitt gott úrslit neyvan minni.