Ein farri av feriu

Móti einum slovenskum liði, sum hevði eitt pláss í endaspælinum at stríðast fyri, tóktist avrikið hjá føroyska landsliðnum heldur frítíðarkent, og spurningurin er, um fleiri av leikarunum ikki longu høvdu tankarnar í vetrarfrítíðini

 

Slovenia-Føroya 3-0 (2-0):


Landsdystur


Longu meðan føroysku leikararnir hitaðu upp á leikvøllinum í Ljubljana, var tað greitt, at teir so ikki skuldu rokna við nakrari vælvild frá heimaáskoðarunum. Central-Stadion hoyrir kanska ikki heima millum tey størstu ella vakrastu í Europa, men grýtukenda skapið ger so avgjørt sítt til, at skapa eina stórsligna atmosferu kring dystin.

Longu meðan liðini hitaðu upp, var veruligt lív komið í áskoðarafjøldina, og føroysku leikararnir mundu kenna seg heldur einsamallar, tá vallarvarparin undir stórum fagnaði las nøvnini á mótstøðumonnunum upp. Tað skal í hesum sambandi tó eisini minnast til, at leikararnir hjá Slovenia veruliga eru hetjur í lítla landinum. Við einum sigri á Føroyum kundi liðið tryggja sær ein eyka møguleika at koma til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð í stuttu søguni hjá landinum, og tá hetta so samstundis kundi gerast við at leggja stórabeiggjan úr Jugoslavia aftur um seg, so var fagnaðurin kring liðið skilligur.

At liðnum so restaði fleiri av vanliga føstu leikarunum, var nakað, sum ikki tóktist at nerva áskoðararnir serliga nógv. Tey vildu síggja ein sigur móti føroyska liðnum,


Neyðugt við flytingum

Tað vóru tó ikki bert teir á heimaliðnum, sum vóru skerdir undan uppgávuni.

Sum kunnugt var føroyska liðið eisini meint rakt av avboðum, og ikki minst mundi tað kennast tungt, at bæði Fróði Benjaminsen og Julian Johnsson vóru leikbannaðir.

Hetta viðførdi, at eitt nýtt hjarta skuldi setast saman á miðjuni, og hetta hevði Allan Simonsen so gjørt við at flyta John Petersen aftur úr álopinum, meðan Rógvi Jacobsen fyri fyrstu ferð fekk møguleikan frá fyrsta bríksli.

Um uppstillingin æt 4-4-2 ella 3-5-2, er eitt sindur ilt at siga. Johan Byrial Hansen lá úti á høgra bakki, meðan Jákup á Borg tóktist liggja miðskeiðis ímillum leiklutin sum sentralur miðvallari og høgri vongur.

Hetta var kanska tað, sum skapti fægstu flytingarnar á føroyska liðnum, tá broytingar nú skuldu fremjast, og tí er eisini skilligt, at venjarin gjørdi, sum hann gjørdi.

Hinvegin var tað eitt sindur meira óvæntað, at hann í mun til seinastu dystirnar hevði valt at spæla við tveimum áleyparum. Hetta kundi tulkast tann vegin, at venjarin vildi satsa eitt sindur í tí, sum kundi gerast seinasti dystur hansara við liðnum, og í øllum førum mundi vónirnar verða, at hetta fór at betra um fortreytirnar fyri føroyska álopsspælinum.


Lítið til álopsmenninar

Nú gjørdist tað bara ongan tíð so øgiliga aktuelt, hvat hendi við føroyska álopsspælinum. Frá fyrsta bríksli fóru slovenar undir at leggja eitt stórt trýst á okkara menn, soleiðis at hesir nærum vórðu blástir aftur eftir á vøllin. Álopsspælið snúi seg soleiðis meira um neyðspørk niðan eftir vøllinum, sum Kurt og Christan Høgni so máttu royna at fáa hendur á.

Bert tað einu ferðina var hetta um at geva úrslit, tá eitt føroyskt álop endaði við, at John Petersen mundi fingið skot á, men so er eisini alt sagt um føroyskar hóttanir á mótstøðumálið hesi trý korterini.

Tað var nevnliga kring føroyska brotsteigin, at tað mesta gekk fyri seg. Serstakliga dugdu slovenar at gera sær dælt í borðinum, har bakkar okkara ofta komu í millumstøður, og longu tíðliga í dystinum mátti Jákup Mikkelsen prógva, hví hann verður mettur sum fremsti málverji okkara.

Hann var tó prísgivin, tá slovenar í 13. minutti løgdu seg á odda. Mistak í føroyska uppspælinum varð revsað, tá Osterc varð sendur avstað av miðvøllinum, og eftir at hava snýtt Jens Kristian Hansen, tá hesin royndi at takla, sendi hann tvørtur um til Ceh, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar av at rulla bóltin í tóma málið.


Komu ikki úr verjustøðu

Hevði onkur rokna við, at málið kanska tók broddin av slovenska trýstinum, so fór viðkomandi so dyggiliga skeivur í hesum. Heldur settu teir nú enn meira ferð á.

Hetta hevur ofta hóska okkara monnum væl, tí tað tá ofta verður gjørligt at gera økið hjá mótstøðumonnunum trongt at spæla í, men soleiðis var ikki hesa ferð. Størsta orsøkin tóktist vera, at uttan arbeiðsorkuna hjá Julian Johnsson og evnini hjá Fróða Benjaminsen at stýra spælinum, fall føroyski miðvøllurin alt ov langt aftur á vøllin.

Hetta gjørdi, at slovenar ferð eftir ferð kundu draga langt oman á føroysku hálvuna. Teir vórðu ikki møttir uppi á miðvøllinum, og so hvørt sum royndirnar gjørdust alsamt naskari, øktust sannlíkindini fyri enn einum máli.

Hetta kom eisini, tá klokkan var um at nærkast hálva tímanum. Slovenia vann sær fríspark beint uttan fyri føroyska brotsteigin, og úr at kalal somu støðu, sum Øssur Hansen skoraði til 2-2 fyri góðum ári síðani, kundi Ceh skrúva bóltin upp um manngarðin og inn í føroyska málið.


Bundu fyri

Málið til 2-0 fekk slovenar at taka nakað av trýstinum aftur, men hóast tað, so tóku teir sær ongan tíð av løttum. Við kvikum sendingum sínamillum koyrdu teir bóltin runt, og tá føroyska liðið ikki hevði stórvegis hug at koma burtur úr verjustøðu síni, so gjørdist tað, sum eftir var av dystinum ein rættilga tannleys uppvísing, har okkara menn bert vóru statistar í slovenska fagnaðinum um, at lið teirra tóktist hava tryggjað sær næsta plássið í bólkinum.

Eitt mál kom afturat, og hetta minti á ein hátt um fyrsta slovenska málið. Súni Olsen var ikki nóg skjótur at sleppa bóltinum, tá hann royndi at koma niðan eftir vøllinum, og so gekk skjótt fyri seg. Eftir tríggjar sendingar, gjørdist Senad Tiganj leysur, og staðfesti sigurin á føryska liðnum.


Eru í vetrarfrí

At føroyska liðið so dyggiliga var við undirlutan hesa ferð, hevur sjálvsagt sínar orsøkir.

Hin fremsta man helst vera tann sannroynd, at mongu avboðini raktu okkara lið haraðari enn hitt slovenska, men hetta er tó neyvan allur sannleikin.

Tað slepst ikki undan, at spurnartekin verður sett við, hvussu heppið tað er hjá okkum, at landsdystur verður leiktur eftir at føroyska kappingin er liðug.

Vandin í so máta átti kanska at verið størri um várið, tá landsliðið í ár spældi tveir dystir í mars mánaði, men ta ferðina tóktust eingir trupulleikar at standast av hesum. Helst hevur hetta nakað við mentala troyttleikan hjá spælarunum at gera. Hóast kropsliga venjingarstøðanog bóltførleikin uttan iva er betri í oktober enn í mars, so er hugurin hjá leikarunum at spæla nógv størri tá.

Tá spælt verður eftir kappingina, eru leikararnir mest av øllum farnir í vetrarfrí, og tí hava teir ikki sálarligu orkuna at reisa seg, tá nógv stendur á. Tað varð sjónligt í Sveis fyri einum ári síðani, og tað varð aftur staðfest í Ljubljana leygardagin.


Dysturin í tølum


78. Slovenia?Føroyar 3?0 (2?0)

HM UNDANKAPPPING

Leygardagin 6. oktober 2001, kl. 17.00 á Centralius stadion í Za Dezigradom í Ljubljana

10.000 áskoðarar

Dómarakvartett úr Grikkalandi : George KASNAFERIS, Konstantinos LAPPOS, Andreas GIAKOUMIS og Georgios DOUROS

FIFA umboðsmaður úr Týskalandi: Hermann SELBHERR

FIFA dómaraeygleiðari úr ???: Peter GANS

1-?0: Nastja CEH 13.

2?0: Nastja CEH 31.

3?0: Senad TIGANU 82.

Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN 25/-47, Molde BK ? 4. Johan B. HANSEN, 8/0, OB (17. Arnbjørn DANIELSEN, 4/0, B36, 80.), 5. Hans Fróði HANSEN, 23/1, B68, 2. Óli JOHANNESEN, 55/1, liðformaður, Hvidovre IF, 3. Jens Kristian HANSEN, 41/3, B36 ? 9. Jákup Á BORG, 17/0, B36, 10. John PETERSEN, 37/3, B36, 7. Rógvi JACOBSEN, 12/0, HB, 6. Øssur HANSEN, 49/2, B93 (13. Súni OLSEN, 6/0, Zwolle FC, 73.) ? 11. Christian Høgni JACOBSEN, 8/1, Esbjerg BK (15. Jón Rói JACOBSEN, 2/0, HB, 73.), 8. Kurt MØRKØRE, 37/3, KÍ

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jens Martin KNUDSEN, 52/-139, NSÍ, 12. Heðin Á LAKJUNI, 5/0, B36, 14. Hjalgrím ELTTØR, 0/0, KÍ, 18. Klæmint MATRAS, 0/0, B36

Gult kort: Øssur HANSEN 62.

Reytt kort: Eingin

Venjari: Allan SIMONSEN 52

Hjálparvenjari: Jógvan Marin OLSEN

Liðleiðari: Birgir HANSEN

Lækni: Jens Pauli MARSTEIN

Fysioterapeutar: Hjørleif NICLASEN

Slovenia:

1. Marko Simeunovic 37/0, Maribor PL ? 3. Zeljko Milinovic 29/3, Jef United, 5. Marinko Galic 58/0, Rudar Velenje, 6. Aleksander Knavs 35/2, Kaiserslautern ? 7. Doni Novak 63/2, Untherhacking, 17. Zoran Pavlovic 15/0, Austria Memphis, 14. Sasa Gajser 14/1, Gent, 13. Mladen Rudonja 51/0, Portsmouth, 11. Ermin Rakovic (15. Rajko Tavcar 5/0, Nürnberg, 67.) ? 9. Milan Osterc 36/7, Hapoel Tel Aviv (18. Senad Tiganj 67.), 10. Natstja Ceh 1/2, Club Brügge (4. Spasoje Bulajic 90.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:

Mladen Dabanoivc 18/0 Lokeren, Anton Zlogar 3/0 Olympija, Muamer Vugdalic 9/0 Sahtjor Doneck, Dejan Nemec 0/0 Club Brügge

Gult kort:

Reytt kort: eingin

Venjari: Screcko Katanec

Hjálparvenjarar:Danilo Popivoda og Janko Irgolic