Undir miðal

John Petersen og Kurt Mørkøre taldust millum teir fáu, sum royndu at skapa nakað niðri í slovensku fótbóltsódnini, sum herjaði Føroyar leygardagin. Hetta munaði tó alt ov lítið. Ikki minst tí at avrikini hjá flestu av liðfeløgunum koma undir heitið - undir miðal

 

leikaraummæli


1. Jákup Mikkelsen, Molde

24 dystir/0 mál

Allan Simonsen hevði aftur hesa ferð tikið Jákup fram um Jens Martin, og hann livdi sum so eisini upp til tað álit, sum venjarin sýndi honum. Var í tveimum førum bjargingarmaður í einum móti einum støðum, og ikki minst man Johan Byrial Hansen vera fegin um seinnu ferðina, at hetta hendi. Slovensku málini kunnu ikki lastast málverjanum, sum var púra prísgivin allar tríggjar ferðirnar. Framdi sum so bert eitt veruligt mistak, tá hann fór púrasta skeivur av hornasparki, men teirr misgerðini slapp hann tó ókeypis frá.


2. Óli Johannesen, Hvidovre

55/1

Setti dystarmet á landsliðnum leygardagin, men ivaleyst verður hesin dysturin kortini roknaður millum teirra, sum liðskiparin helst vil gloyma sum skjótast.

Sum verjuskipari royndist Óli eins og vanligt drúgvur, og í fleiri førum megnaði hann at taka broddin av slovenska álopsspælinum. Hinvegin megnaði hann ikki eins væl og vanligt at trýsta verjuna niðan á vøllin, men hetta komst aftur av, at miðvøllurin lá dekan ov langt afturi.


3. Jens Kristian Hansen, B36

41/3

Hevði eins og fleiri av liðfeløgunum ein dyst undir miðal. Í verjupartinum var hann ikki eins stinnur, sum vanligt, og var hann millum annað snýttur við fyrsta málið, tá hann seldi seg í royndunum at takla. Hevði eisini trupulleikar við at sleppa sær skilagott av við bóltin, men í glottum sýndi hann tó tær dygdirnar í smáspælinum, sum vit vanliga kenna frá hansara síðu.


4. Johan Byrial Hansen, OB

8/0

Varð hesa ferð settur at røkja plássið sum høgri vongverji, men í veruleikanum var tað meira høgri bakkur. Hetta er eisini plássið, sum hann stríðist um í Odense, men tað merkti tó ikki, at Johan fekk lyft sítt spæl enn longur upp.

Hevði yvirhøvur stórar trupulleikar at plasera seg rætt í verjustøðu, og hóast hann hevði onkrar spennandi túrar niðan eftir vøllinum, so endaðu hesir aloftast við einum óneyvum innleggi. Var upphavið til fyrsta málið, og var um reppið at geva eitt mál burtur í seinna. Minkandi sjálvsálitið gjørdi eisini, at einki sást til ferðirnar niðaneftir, sum dysturin leið, og tað tóktist heilt náttúrligt, at hann varð skiftur út.


5. Hans Fróði Hansen, B68

23/1

Í luftini er tað tað framvegis eingin, sum kemur nærhendis Hans Fróða. Heldur ikki hesa ferð, men í kvika slovenska spælinum var tó sjónligt, at Hans Fróði hevði størri trupulleikar niðri á jørðini, enn hann vanliga hevur.

Hevði undan dystinum verið nakað plágaður av krími, og helt sjálvur, at hetta darvaði eitt sindur, og í øllum førum var hann ikki nóg kvikur at takla, tá triðja slovenska málið varð skotið.


6. Øssur Hansen, B93

49/2

Stóð óvanliga í mydnini. Ikki minst fram eftir vøllinum, har nógv av føroyska spælinum vanliga fer ígjøgnum hansara síðu. Defensivt hevði Øssur eisini sínar trupulleikar, men í løtum megnaði hann tó so hampuliga væl at læsa sína síðu.

Tóktist óvanliga anonymur í føroyska spælinum, og útskiftingin mundi eisini vera upp á sítt pláss.


7. Rógvi Jacobsen, HB

12/0

Hevði ongar trupulleikar at fella inn á liðið, og dugdi væl at gera sær dælt av kropsligu styrkini í nærdystunum.

Hevði kanska eina tunga uppgávu at lyfta, nú hvørki Julian ella Fróði vóru við á liðnum, og størsti trupulleikin í so máta var hann, at hann ikki megnaði at stýra spælinum eins væl, sum Fróði vanliga ger tað. Megnaði hinvegin at sannføra um, at hann eisini framyvir eigur at verða ein partur av landsliðsmyndini, tá farð verður undir komandi undankapping.


8. Kurt Mørkøre, KÍ

37/3

Hevði eina rætta bjørn á sær í Marinko Galic, men hetta tók á ongan hátt mótið frá bakaranum úr Klaksvík, sum fyri seinastu ferð var ílatin føroysku landsliðstroyggjuni.

Tað eydnaðist eisini Kurt at vinna fleiri av nærdystunum, men aloftast var tað soleiðis, at eingin viðleikari var í nær námind, so veruliga atsóknir komu ikki burturúr. Hevði tó ein fór við í spæliinum, tá John hevði eina skotroynd í fyrra hálvleiki, og einasta ferðin, at føroyingar hóttu málið í seinna hálvleiki, var tá Kurt var um at skava bóltin í kassan eftir hornaspark.

Saman um tikið eitt avrik, sum prógvaði virðið hjá Kurt fyri liðið, og at saknur verður í honum framyvir, er einki at ivast í.


9. Jákup á Borg, B36

18/0

Varð hesa ferð drigin longur inn á miðvøllin, har hann helst skuldi vera partur av framrættaða føroyska spælinum. Hann tóktist tó at hava trupult við at rúgva nóg nógv upp. Ikki minst tí hann í stóran mun søkti út í síðuna, har hann vanliga hevur sína føstu landsliðsgongd.

Hetta viðføri ofta, at maðurin aftan fyri Jákup ? fyri tað mesta Johan Byrial Hansen ? fekk stórar trupulleikar, tí hann ov ofta kom á millumhond, og kanska bar hetta boð um, at tað eigur at vera í borðinum, at Jákup skal spæla, heldur enn at flyta hann inn á vøllin.


10. John Petersen, B36

37/3

Sum vant taldist John millum fáu føroysku leikararnar, sum veruliga tordu at royna nakað við bóltinum.

Hesa ferð kom bara ikki so nógv burturúr, og størsta orsøkin var, at hann aloftast hevði ov fáar ella ongan møguleika at sleppa bóltinum, og tóktust dragingar hansara tí ofta yvirdrivnar.

Annars tóktist John eisini darvaður av, at hann hesa ferð hevði mundan størri verjuskyldur, enn hann vanliga hevur. Hetta er so avgjørt ikki sterkasta síða hansara, og spurningurin er, um hann ikki er einasti leikarin í løtuni, sum kann fylla holið í álopinum eftir at Kurt Mørkøre nú er givin.


11. Christian Høgni Jacobsen, Esbjerg

9/1

Slapp hesa ferð at vera partur av einum tvey-manna álopi, men hetta merkti tó ikki, at stuðulin frá liðfeløgunum var so øgiligur. Hetta gjørdi sjálvsagt, at arbeiðsumstøðurnar hjá Christian Høgna vóru sera truplar, og tá hann heldur ikki er leikarin, sum er skúlaður til at spæla í eini somikið einsamallari støðu, tóktist tað ikki annað enn náttúrligt, at hann varð skiftur út.


13. Súni Olsen, FC Zwolle

6/0

Varð settur inn á vøllin fyri Øssur Hansen í seinna hálvleiki. Arbeiddi rættiliga nógv í royndunum at skapa nakað frameftir vøllinum, og fleiri ferðir royndi hann at gerast partur av samanspælið niðaneftir.

Hann átti tó lut í triðja málinum, tá hann misti í uppspælinum, men hóast hetta telur niður, so eigur Súni rós uppiborið fyri, at hann hóast alt tordi at fremja mistøk.


15. Jón Rói Jacobsen, HB

2/0

Varð skiftur inn fyri Christian Høgna Jacobsen í álopinum, men tað var tó ikki stórvegis, sum ungi havnarmaðurin kundi fáa burtur úr hesum. Slovenar høvdu tá meira ella minni stongt dystin, og tá føroyska liðið ikki gjørdi stórvegis frameftir vøllinum, komu millum fáir og eingir bóltar niðan til álopsmenninar.


17. Arnbjørn Danielsen, B36

4/0

Loysti Johan Byrial Hansen av seinastu løtuna, men lítla tíðin á vøllinum var ov lítil til at nøkur verulig meting kann gerast.