løgtingsmanna« sigur, at løgtingsmaður fær løn »frá 1. degi í mánaðinum aftaná, at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni«. Løgtingsvalið var 20. januar. Fyrsti tingfundur var 3 [...] endanum, um valið aftur verður síðst í mánaðinum og um valbrøvini hjá komandi tinginum ikki verða góðkent fyri eftir mánaðarskiftið eftir, sigur John Johannessen. Spurdur um hann heldur hetta vera órættvíst [...] havi tjent einar 8.000 kr ? í sjónvarpinum. Og eg fái onga løn í februar ? ikki fyrr enn 1. mars, sigur Johan Johannesen. Hóast hetta kann tykjast løgið, so vísir John Johannessen á, at tað var nakað serligt
farin, sigur Jóhanna. Fimm fólk vóru í bilinum. Øll sótu í trygdarbelti, og ongin teirra fekk nakran skaða. Tey hildu leiðina fram í øðrum bili til Havnar, hóast óhappið skelkaði tey øll. Jóhanna sigur sjálv [...] kvinna, sum av álvara hevur lært at virðismeta lívið. Hon kom út fyri einum ferðsluóhappi við bilinum hjá foreldrunum tann 26. oktober í fjør. Óhappið hendi á Skála heilt tíðliga um morgunin. Jóhanna minnist [...] hon hevði verið sera heppin. Hóast hon fekk ein stóran skelk, so koyrir hon aftur bil í dag, men sigur sjálv, at hon ikki er heilt trygg við tað. Hon hevur valt at traðka fram við sínari søgu, tí hon heldur
Skrivaða álitið hjá Per Højgaard og Kára Durhuus leggur eisini upp til júst hetta, so fíggjarligi parturin er ikki nakar trupulleiki at realisera álitið. Spurdur, um hetta er fyrsti liður í eini menning [...] tryggjað okkum eitt professionellari samskifti, har fjølmiðlarnir eisini fingu kvalifiserað mótspæl, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur dent á, at ein als ikki skal síggja fjølmiðlarnar og politikararnar [...] hava fjølmiðlarnir størri ávirkan og harvið týdning, og tískil er neyðugt við broytingum á økinum, sigur løgmaður. Enn er tó einki ítøkiligt uppskot á borðinum um nýggja fjølmiðlaserfrøði í Løgmálaráðnum
Á floti Mangir eru møguleikarnir hjá teimum, sum vilja ríka sær tilveruna, um hon er vorðin ov keðilig. Ymiskt man tó vera, hvussu stórur tørvurin er á hesum. Flestu eru ivaleyst nøgd við at vera til arbeiðis [...] floti, tá ið stundir eru, og tá ið veður og streymur eru til vildar. Hendan dagin høvdu teir roynt suður úr Borðuni. Teir lótu ikki serliga væl at fiskiskapinum, og hann hevði eisini frískað lotið eitt sindur [...] meginparturin var gráur fiskur, sum hevur væl betri prís enn hýsan. Hýsan ongan prís Hans Edvard sigur, at vanliga er lítil fiskur at fáa um hesar leiðir hesa tíðina av árinum, og tí vóru teir ikki so
Mánadagin var fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja formanninum í Føroya Pedagogfelag. 34 ára gamli Jarvin Feilberg Hansen hevur nógv um at vera, tá Sosialurin roynir at fáa orðið á hann eftir døgurða. Sum nýggjur [...] loyva sær at fara frá arbeiði, millum annað til jarðarferð. - Eg má siga, at tað kom rættuliga óvart á hjá mær, at eg skuldi gerast formaður. Nakrir limir í Klaksvík skutu meg upp sum formansevni, og endin [...] kunna seg um felagið. - Okkara limir skulu í størri mun merkja, at teir eru limir í einum fakfelag, sigur Jarvin Feilberg Hansen. Harumframt skal heimasíða felagsins byggjast út við fakligum tilfari og eisini
flyta ein part av reiðaravirkseminum hjá SL til Suðuroyar ikki kostar meira enn at reka fyritøkuna í Havn, heldur minni. Ógvusligur lønarvøkstur Roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein [...] Roknskaparlig sundurgreining Ársroknskapurin hjá SL er sundurgreinaður í felags fyrisiting, oyggjaleiðir, bygdaleiðir, og farmaleiðir. Samlaði lønarmassin hjá reiðarínum er sum áður nevnt 72 mió.kr., og [...] hevur spurt meg, hvussu gekst við málinum um at leggja umsitingina av Smyrli nærri brúkarunum. Eingin sigur seg hava hoyrt nakað, lisið nakað ella sæð nakað um viðgerðina av málinum í fjølmiðlunum. Hví føroyska
tað nú 40 ár síðani, at nøkur hugagóð fólk á Tvøroyri savnaðist at stovna Tvøroyrar Svimjifelag. Fyrsti formaðurin í felagnum var Birgit Hestoy og serliga fyri hana man hetta hava verið ein heppin løta [...] løtuni hevur felagið ikki færri enn 10 svimjarar á landsliðum. Átta av teimum yngstu landsliðsevnunum hjá felagnum fara seinni í mánaðinum til Danmarkar við landsliðnum at vera við í Køge Open kappingini. [...] onnur, sum rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur, ikki minst foreldrini og tað er ongin sum sigur nei, tá ið tey vera biðin til nakað. Í so máta er Tvøroyrar Svimjifelag eitt gott ov livandi felag
Bang, ið var skyldmaður hjá mær. Men eg má siga, at eg hevði ikki droymt um, at hetta skemtið fór at vera niðurskrivað og goymt í skjalasøvnum í yvir 30 ár. Tað er láturligt, sigur Halgir Winther Poulsen [...] Suðuroyggin verið bjóðað fram til herstøð, og síðan kundi Marinustøðin og flogvøllurin í Vágum flytast suður. Vísti tað seg, at annaðhvørt USA ella Sovjet fóru at bjóða meira fyri Føroyar enn danska ríkisveitingin [...] ovastanum á Marinustøðini, Kaj Bang. Hetta var í 1972. Láturligt Í dag kemur tað eitt sindur dátt við hjá Halgir Winther Poulsen, at hetta brotið er at finna í eini søguligari frágreiðing um Føroyar í kalda
sakførarum at leggja tey nógvu rættarmálini til rættis. Í ferðalagnum vóru eisini fýra løgfrøðingar hjá amerikanska løgmálaráðnum. Amerikanskar keldur siga, at einir 50 amerikanskir sakførarar koma til Bagdad [...] mánaðinum. Teir skulu kanna tað nógva próvtilfarið, sum amerikanarar og irakar hava savnað. Tann fyrsti av Saddams monnum, sum skal fyri rættin, er Ali Hassan al-Majid, ið er skuldsettur fyri at hava staðið [...] arnir eru trekir at lata teimum upplýsingar um generalin. Salem Chalabi, sum er ein av ákærunum, sigur, amerikanararnir hava lagt hald á ein hóp av skjølum, men at teir eru ikki serliga samstarvshugaðir
danske." Um framtíðina hjá føroyskum máli sigur hann, at "skabelsen af en ny og egen litteratur for 7000 mennesker lader sig næppe iværksætte. ( Tættirnir hjá Nólsoyarpáll, kvæðini hjá Djurhuus-feðgunum og [...] hansara fjónmáli, sum hann persónliga ongan trupulleika hevði av. Um virknaðin av greinini hjá N. M. Petersen sigur Chr. Matras i dansktorðaðu frágreiðing síni, at hon "... måtte komme som lyn fra en klar [...] almindelige forelesningspublikum passet det ikke ". Hetta var romantiska tíðin hjá skandinavismuni, og evsti dreymurin hjá bæði P. A. Munch og N. M. Pedersen segðist vera eitt felags skriftmál fyri øll