Fyri fimm árum síðani skrivaðu tíðindamenninir Kári Durhuus og Per Højgaard álit um, hvussu almenna fyrisitingin á betri hátt kundi skipað sín tíðindaflutning mótvegis fjølmiðlunum, men síðani tá hevur einki verið at sæð frá hesi ætlan.
Nýggi løgmaður okkara Jóannes Eidesgaard var saman við fleiri landsstýrismonnum til staðar á fakfestivalinum leygardagin, og júst hesin spurningurin var eisini uppi at venda. Løgmaður ásannar, at í løtuni er talan um alt ov tilvildarligt samskifti millum stjórn og fjølmiðlar, og at hann tískil umhugsar at seta fólk burturav at taka sær av tíðindaflutningi.
- Við hesum høvdu vit sloppið undan misskiljingum, har mál ikki høvdu farið av sporinum, sum vit ofta síggja í dag, og umframt hetta høvdu vit tryggjað okkum eitt professionellari samskifti, har fjølmiðlarnir eisini fingu kvalifiserað mótspæl, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur dent á, at ein als ikki skal síggja fjølmiðlarnar og politikararnar sum mótpartar men heldur sum tveir hornasteinar í eini demokratiskari skipan og samskifti.
Eingir spindoktarar
Løgmaður leggur dent á, at ætlanin í fyrstu syftu ikki er ítøkilig, men hann metir tað vera sannlíkt, at okkurt verður gjørt á økinum.
- Ætlanin er ikki at seta eina heila deild at taka sær av tíðindaflutningi úr Tinganesi, og í mínum eygum er bert ein fjølmiðlaráðgevi í fyrstu syftu nóg mikið, heldur Jóannes Eidesgaard. Skrivaða álitið hjá Per Højgaard og Kára Durhuus leggur eisini upp til júst hetta, so fíggjarligi parturin er ikki nakar trupulleiki at realisera álitið.
Spurdur, um hetta er fyrsti liður í eini menning fram ímóti danska embætisverkinum á tremur við pressuserfrøðingum og spindoktarum, er løgmaður avvísandi.
- Ein spindoktari er ein, sum arbeiðir fyri stjórnina við einum partapolitiskum endamálið, og hevur hetta á ein ella annan hátt eisini ein negativan klang. Hetta er als ikki ætlanin. Talan er stutt sagt um at fáa meiri professionell og skipað samskifti millum okkum og fjølmiðlar, tí hetta er í dag neyðugt, undirstrikar Jóannes Eidesgaard.
Tíðirnar broyttar
Løgmaður samanber í hesum høpi við tíðina fyri tíggju árum síðani, tá hann seinast sat í Tinganesi, og ásannar hann, at viðurskiftini millum politikk og fjølmiðlar er broytt munandi.
- Fyrr var alt meiri afturlatið, men við opna nútíðarsamfelagnum hava fjølmiðlarnir størri ávirkan og harvið týdning, og tískil er neyðugt við broytingum á økinum, sigur løgmaður.
Enn er tó einki ítøkiligt uppskot á borðinum um nýggja fjølmiðlaserfrøði í Løgmálaráðnum, men er hetta sambært løgmanni eitt øki, sum í framtíðini skal viðgerast og betrast til frama fyri allar partar.