Mánadagin komu fleiri amerikanskir sakførarar til Bagdad, har teir skulu hjálpa irakskum sakførarum at leggja tey nógvu rættarmálini til rættis. Í ferðalagnum vóru eisini fýra løgfrøðingar hjá amerikanska løgmálaráðnum.
Amerikanskar keldur siga, at einir 50 amerikanskir sakførarar koma til Bagdad seinni í hesum mánaðinum. Teir skulu kanna tað nógva próvtilfarið, sum amerikanarar og irakar hava savnað.
Tann fyrsti av Saddams monnum, sum skal fyri rættin, er Ali Hassan al-Majid, ið er skuldsettur fyri at hava staðið á odda fyri gassálopinum á kurdiska býin Halabja í 1988, har umleið 5.000 fólk doyðu.
Amerikanararnir fóru longu í nítiárunum undir at savna próvtilfar ímóti Ali Hassan al-Majid, men sambært AFP kæra iraksku ákærarnir seg um, at amerikanararnir eru trekir at lata teimum upplýsingar um generalin. Salem Chalabi, sum er ein av ákærunum, sigur, amerikanararnir hava lagt hald á ein hóp av skjølum, men at teir eru ikki serliga samstarvshugaðir, nú irakar skulu nýta skjølini til rættarmálini.