Á floti
Mangir eru møguleikarnir hjá teimum, sum vilja ríka sær tilveruna, um hon er vorðin ov keðilig. Ymiskt man tó vera, hvussu stórur tørvurin er á hesum. Flestu eru ivaleyst nøgd við at vera til arbeiðis hvønn dag og annars njóta heimligu tilveruna, tá ið arbeiðsdagurin er lokin. Kanska ein gongutúrur fyri songartíð er tað, sum restar í.
Øðrum tørvar onkrar ítøkiligar aktivitetir at fara til ein part av frítíðini. Tað kann vera ítróttur, felagsvirksemi av ymiskum slagi, kvøldskúli, ella hvat tað nú kann vera. Summir menn fjasast í einum báti, og konurnar ganga á bingo, í bindiklubb ella á kvøldskúla.
Møguleikarnir eru líka nógvir sum hugflogið.
Ert tú troytt ella troyttur av dagsins resi, stríði og strevi, kann vera hent, um tú dugir at skapa tær eitt hvørt, sum áhugi nú einaferð er fyri.
Á floti?
Tá ið Sosialurin seinnapartin mánadagin var fram við á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, stevndi ein lítil útróðrarbátur inn um pierin og legði til bryggju. Vit hugdu oman á bryggjukantin. Jú, tveir tilkomnir menn høvdu verið sær ein túr við seks línum.
Annar, Hans Edvard Hansen, er lærari á Eysturskúlanum og hin, Jens Petur Johansen, starvaðist í mong ár á skrivstovu í timburhandli í Havn.
Teir eru á floti, tá ið stundir eru, og tá ið veður og streymur eru til vildar.
Hendan dagin høvdu teir roynt suður úr Borðuni. Teir lótu ikki serliga væl at fiskiskapinum, og hann hevði eisini frískað lotið eitt sindur, sum dagurin leið. Veiðan var minni enn 100 pund á línuna, men meginparturin var gráur fiskur, sum hevur væl betri prís enn hýsan.
Hýsan ongan prís
Hans Edvard sigur, at vanliga er lítil fiskur at fáa um hesar leiðir hesa tíðina av árinum, og tí vóru teir ikki so vónsviknir av túrinum kortini.
Hýsuna, teir fingu, tímdu teir ikki at avreiða, tí so lítið fæst fyri hana. Hana høvdu teir heim við.
- Vit plaga at fáa einar 10 krónur í miðal fyri kilo av toski, og tað er hampiligur prísur. Hinvegin kann hýsuprísurin fara heilt niður í lítið og lætt.
Hans Edvard sigur, at teimum báðum dámar ógvuliga væl at fara á flot, tá ið ein løta er, og tíðin loyvir tí.
Spurdur, hvussu fiskurin er fyri, heldur hann, at toskurin í løtuni ikki er verri fyri enn hýsan.
- Eg haldi, at toskurin er á leið tann sami til dygdar, sum hann hevur verið nú í eina tíð.
Meðan Hans Edvard syrgir fyri, at fiskurin kemur uppá bryggjuna, spular Jens Petur bátin bæði væl og virðiliga.
Tað tók stutta tíð hjá Hans Edvardi og Jens Peturi at sleppa av við fiskin hendan dagin. Eingin annar bátur avreiddi um somu tíð. Eftir lítlari løtu, var fiskurin hivaður upp á land, sleptur niður í ein fiskakassa og rognaposin lagdur omaná.
Síðan stevndi glastrevjabáturin út um aftur pierin?