Fáa góð úrslit undir vánaligum umstøðum

Í morgin fyllir Tvøroyrar Svimjifelag 40 ár og tað verður hátíðarhildið við almennari veitslu seinni í mánaðinum

Rundur føðingardagur

Suðuroy: Í morgin er rundur føðingardagur í Suðuroy. Tað er Tvøroyrar Svimjifelag, sum fyllir 40 ár 7. mars.
Sostatt eru tað nú 40 ár síðani, at nøkur hugagóð fólk á Tvøroyri savnaðist at stovna Tvøroyrar Svimjifelag.
Fyrsti formaðurin í felagnum var Birgit Hestoy og serliga fyri hana man hetta hava verið ein heppin løta, tí júst sonur hennara, Jón, gjørdust seinni stinnasti svimjari, felagið hevur fostrað og hann vann ein hóp av meistaraskapum, bæði føroysk og donsk meistaraskap, umframt at hann setti átta donsk met.
Yvirhøvur má sigast, at tað hevur eydnast Tvøroyrar Svimjifelag at ala upp góðar svimjarar og í løtuni hevur felagið ikki færri enn 10 svimjarar á landsliðum.
Átta av teimum yngstu landsliðsevnunum hjá felagnum fara seinni í mánaðinum til Danmarkar við landsliðnum at vera við í Køge Open kappingini.
Men tað verður eisini gjørt nógv fyri at fáa góð úrslit, tí felagið ger eitt stórt ungdómsarbeiði, siga tey bæði Palli Eysturberg, formaður og Anita Farstad, skrivari í felagnum.
Og at gera gott ungdómsarbeiði, setir heilt serlig krøv til tey á Tvøroyri, tí ikki hava tey góðar umstøður at venja undir.
Einasti hylurin, sum tey hava, er tann í skúlanum og hann er bæði ein tann minsti og ein tann elsti í landinum.
At hann er so gamal, er eisini farin at merkjast á honum, tí hann er stongdur í heilum, tí hann krevur ábøtur.
Sostatt eru umstøðurnar at venja langt frá tær bestu, men kortini verður drivið á so nógv, sum gjørligt at kalla hvønn einasta dag.
Somuleiðis dylja tey heldur ikki fyri, at ein nýggjur hylur stendur ovast á ynskilistanum, men tað er eitt ódnartak.
Tað eru næstan bara børn og ung av Tvøroyri og nøkur úr Hvalba sum svmija í felagnum, men tey siga, at børn og ung úr øðrum bygdum eru eisini hjartaliga vælkomin í felagið.
Og so leggja tey afturat, at tað er onki aldursmark fyri at koma at svimja og teir yngstu svimjararnir eru ikki meiri enn tvey ár.

50 svimjarar
Í løtuni eru einir 50 virknir svimjarar í felagnum, umframt teir limir, sum ikki svimja so nógv.
Venjarar hava tey eisini at taka sær av teimum. Regitze Johannesen er høvuðsvenjari, men hon fær nógva hjálp frá Ruth Millum Garðarnar, umframt frá Katrinu og Karin Kristinu Eysturberg og øðrum.
? Men tað skal eisini leggjast afturat, at umframt hesi, eru tað nógv onnur, sum rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur, ikki minst foreldrini og tað er ongin sum sigur nei, tá ið tey vera biðin til nakað. Í so máta er Tvøroyrar Svimjifelag eitt gott ov livandi felag, siga Palli Eysturberg og Anita Farstad.
Men uttan stuðul, ber onki til. Og tey bæði siga, at hóast hylurin er vánaligur, halda tey, at tey fáa góðan stuðul og stórt beinasemi frá Tvøroyrar Kommunu.
Men eisini frá Suðuroyar Sparikassa, frá trolaranum Steintór í Hvalba og frá Oddmari Thomsen, sum hevur Statoil, hava tey fingið dyggan stuðul.
Føðingardagurin verður hildin við almennari veitslu í høllini í Trongisvági leygarkvøldið 20. mars. Veitslan kostar 200 krónur og atgongumerki eru at fáa í Statoil og í Tangabúðini.
Hinvegin verður aðalfundur felagsins í TB-húsinum mánakvøldið 15. mars klokkan 20.
Í nevndini í Tvøroyrar Svimjifelag eru Palli Eysturberg, formaður, Poul Poulsen, næstformaður, Solfríð Vang, kassameistari, Anita Farstad, skrivari og Emilia Olsen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Rúni Tummasarson og Sonja Hansen.