At skriva føroyskt

    

Ólavur Hátún
???????????


Við millumbilum kemur alment fram um, hvussu illa stendur til við førleikanum at skriva føroyskt. Soleiðis frættist herfyri um kanning, sum vísti, at tey ungu nú á døgum duga illa at stava, eru ráðaleys um bendingarendingar og hava lítið skil fyri, hvussu farast skal um ð-ini.
Spurt hevur mangan verið, hvør orsøkin man vera til vánaligu støðuna í skrivligum føroyskum. Ov fáir tímar til lærugreinina í skúlanum, halda fleiri, lærararnir eru ikki nóg dugnaligir og teimum vantar frálærutilfar, siga onnur, og onkur hevur hug at geva næmingunum skyldina.
Mær er ongin ivi um, at aðalorsøkin til trupulleikan er skriftmálið sjálvt. Tað hevur alt ov lítið við okkara móðurmál at gera. Ofta er mær runnið í huga dømið, vit í sínari tíð hoyrdu um í sálarfrøði, at um tað er ein upptrektur leikafuglur og ikki ungamamman sjálv, sum rørir seg í nánd, har ungar koma úr eggum, so fara ungarnir at halda seg til manngjørda lutin heldur enn til mammuna. Nakað soleiðis tykir mær tað at vera við okkara skriftmáli, at fólk hava viljað hildið seg til leikafuglin, næstan líka so bæriligur í útsjónd sum íslendska fyrimyndin, í staðin fyri at halda seg til ektaðu mammuna, okkara føroyska mál.
Veruleikin er jú tann, at málið er vorðið kroyst inn í ein skrivligan búna, eina miðaldar-brynju, sum tað langt síðan er vaksið frá, og tí hylkir og pínir, sum tað ger.
Ikki kann tað bara leggjast heiðursmanninum V.U. Hammershaimb til last, at vit komu út í hetta málsliga óføri, tí vitað er, at tað vóru aðrir, filologar á høgum støði sum íslendingurin Jón Sigurðsson, danski professarin N. M. Petersen og norski søgu- og málfrøð-ingurin P. A. Munch, sum hóast avmarkaðan kunn-leika til og tí lítla virðing fyri okkara máli og viðurskiftum vildu leggja Hammershaimb, ungur á aldri, lag á, hvussu tað mikla mentanartilfar av mannamunnni, sum hann hevði savnað, átti at verða fest á blað. Okkara skriftmál gjørdist tí eitt mál-søguligt fyribrigdi fyri tey lærdu og ikki nakað fólksins samskiftisamboð.
Mikil orrusta hevur verið um hetta evni - ja, so harðligt var stríðið í sínari tíð, at tað skapti óvinskap, voldi klovning í okkara mentanarheimi og enntá beindi fyri vónríka "Føringa-felag". Tað er tí ikki løgið, at fólk hava ikki hættað sær at taka málið uppaftur til viðgerðar; men nú tá meira enn hundrað ár eru runnin síðan hetta syndarliga eljustríð, og vit hava fingið málstovn við hópin av vælútbúnum fólki, má tíðin vera komin til at endurskoða skriftmálið, tí tað kann ikki framhaldandi vera so, at meginparturin av okkara fólki bara skal yppa øksl og illa hætta sær at festa orð á blað, tí "eg dugi ikki føroyskt".
Tað ber til at læra kópar og delfinir at lofta við bóltum og elefantar at standa á einum beini, og tann úrmælti lærarin kann eisini koma væl á leið við teim gløggu næmingunum at læra teir at snúgva sær millum teir mongu fótonglar, sum liggja í okkara skriftmáli. Men tú kannst díkja so nógv á føroysktlærarnar, sum tú vilt, skaffa til vega allmikið av læribókatilfari og seta óavmarkað tal av til føroyskt á tímatalvuna hjá børnunum, tað at fáa lært at skriva móðurmálið verður verandi ein trupulleiki hjá fjøldini av Føroya fólki, um ikki broyting fæst í.
Í 1996 varð pallfundur hildin í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðan uppskotið um "Broyting" - ein semja millum viðhaldsfólk hjá Hammershaimb og tey, sum ynsktu eina tillaging móti talaða málinum, sum dr. Jacobsen mælti til - varð lagt fram. Áhugaverdur var fundurin, og fleiri við mær mundu vóna og vænta, at nakað skilagott fór at spyrjast burturúr. Okkurt smávegis endurljóð sást eisini í bløðunum eftir fundin; men tá so formaðurin í Málnevndini kom við teirri niðurstøðu, at "Best man vera, sum er", stóð fast aftur, og meira varð ikki grett um málið.
Mótstøðan móti allari broyting ella tillaging av hesum viðurskiftum tykist byggja á tann ótta, at fert tú at pilka við verandi skriftmál, er vandi fyri, at alt fellur saman sum korthús. Hesin óttin hevur so aftur støði í teirri sannføring hjá fyrst og fremst omanfyri nevndu útlendingum, at føroyskt skuldi ikki vera nakað veruligt mál, bert niðurslitnar loyvdir eftir av tignarliga fornmálinum og ikki nóg fullfíggjað til kunna standa á egnum beinum. Tí máttu spjálkar leggjast á í skriftmálinum, og leiðin mátti vera tann etymologiska aftur í miðaldarligu íslandssøgurnar.
Men kann tað vera rætt bara at taka tíðarbilið um 12. og 13. øld, tá hesar fornsøgur vórðu festar á blað, burtur úr málsøguni og siga, at har hava vit okkara málsliga støði? Hvat mundi Gøtu-Tróndur sagt um málburðin hjá Snorra Sturlasyni? Á Tróndar og Sigmundar døgum talaðu bæði føroyingar og íslend-ingar øðrvísi enn hesi 2-300 árini seinni. Lat okkum hyggja at orðaljóðinum á yngra Jellinge-steininum í Jyllandi um ár 985, sama mundið sum Føroyingasøgu-tíðin, tá danir, sviar, norðmenn, føroyingar og íslendingar tosaðu mestsum sama mál: : haraltr : kununkR : baþ : kaurua kubl : þausi : aft : kurm faþur sin auk aft : þaurui : muþur : sina : sa haraltr : ias saR . uan . tanmaurk ala . auk . nuruiak. auk . tani karþi kristna ( "Haraldur kongur beyð gera henda minnisvarða eftir faðir sín Gorm og móður sýna Týru, tann Haraldur, sum vann sær ræði á allari Danmørk og Noregi og gjørdi danir kristnar"). Hetta er jú heldur øðrvísi málburður enn tann fornnorrøni í íslandssøgunum, og soleiðis kundi verið hildið á at leitað eftir málsliga upprunanum - heilt aftur til Adam og Evu, um tað hevði ligið fyri.
Øll mál broyta seg við tíðini, og er orsøkin ikki týnandi ávirkan uttanífrá, men heldur tað, at málið av egnum ávum lagar seg eftir samfelagsrákinum, er ikki talan um afturstig. Lat okkum taka eitt svenskt dømi úr miðøld ( um 1300 - um somu tíð, sum "Seyðabrævið" okkara varð skrivað): Fyrsti laghmaþer var Lumbär, oc af hanum äru Lums lagh calläð, fore þy at han sighs hawä huxät oc gört en mykin lot af laghum warum ... Han war heðen. ( "Fyrsti løgmaður var Lummur, og eftir honum er Lums lóg kallað, av tí at hann sigst hava hugsað og gjørt ein stóran part / miklan lut / av okkara lógum ... Hann var heiðin "). Hetta dømið vísir, hvussu langt nútíðarsvenskt er komið burtur frá fornmálinum - hetta kundi jú eins væl verið gamalt føroyskt. Neyvan nakar svenskur málfrøðingur man meta hesa málsligu broyting sum eina afturgongd. Gevið gætur, at sviar tá høvdu bæði þ og og ð í teirra skriftmáli. Av hesum báðum er þ-ið tað fornara, er longu at finna sum rúnustavur, sum sæst á fyrra døminum. Tá nú okkara skriftmál skuldi hava tørv á at gerast pyntiligt, vera "tækkeligt af udseende", sum Hammershaimb tekur til í innganginum til antologiina, so mátti tað verið so lagamanni at fingið eisini þ-ið við inn í rættskrivingina. Hugsið þykkum, hvussu þekkiligur þáttur það hevði verið í okkara skriftmáli eisini at kunnað skrivað þ! Tá var bara at greitt frá, at t-ljóðið hjá okkum stundum var at skriva við t og stundum við þ á sama hátt sum við a ella æ, i ella y, í ella ý, dn ella rn, dl ella ll fyri ikki um at tala, at tað stundum er týdningarmikið at skriva ð, meðan sami orðaformur stundum ikki má hava ð.
"Uttan kvæðini, Svabo og Hammershaimb hevði verið illa statt við føroyskum í dag", hoyrir tú mangan. Nei, hatta haldi eg ikki. Mín sannføring er, at málsliga samskifti her á landi í bø og í haga, á floti, undir húsaveggum og innadura í roykstovum hevur verið líka so ríkt og tignarligt upp gjøgnum øldirnar sum eitt nú á íslendskum bóndagørðum. Sagnirnar vísa tað og somuleiðis kvæðini, sum so eyðsýnt hava lagað seg eftir málmenningini hesi fimm-sekshundrað árini, vit hava havt egið mál. Áhugavert er at lesa eina endurgeving í bókmentasøgu Christians Matras úr kvæðabindi hjá Napoleon Nolsøe, skrivað í 1840, sum hann kallaði "Qväabók um fodna Manna Rojsnir frå fisti Findartui". Matras endurgevur brotið við nútíðar stavseting: "Tað má vissarliga haldast fyri eitt tekin, sum valla finnst makin til, at øll tann mongd av táttum og kvæðum, sum finnst her á landi, kunnu hava hildið so væl í so mong hundrað ár, tó at tey ongatíð hava verið uppskrivað. Líkaleiðis hevur tað gingið við okkara føroysku tungu; hon hevur hildið seg higar til dags ... rein og óblandað ..., tó at tann danska tunga hevur verið okkum páskotrað í meira enn 400 ár ...". Ikki hevði hann tikið soleiðis til orða, um málsliga støðan var so vánalig, sum Svabo fimti ár frammanundan gramdi seg um.
Sjálvur hevur Hammershaimb fynduga málburð føroyinga á orði í fyrrnevnda inngangi, og í hesum sambandi kann frá seinni tíð eisini endurgevast t.d. úr ævisøgubrotum hjá Jákupi Dahl, prósti um, tá sumbingar komu til handils í Vági: "...Tíðindafróðir vóru teir, hart og treystligt og klingandi talaðu teir, ... og væl sótu orðini ...". Hans Iversen, sáli, sum sjálvur var úrmælingur at taka til orðanna og varð sagdur at vera tann orðfimasti millum løgtingsmenn, fortaldi einaferð, hvussu hugtikin hann kundi sita og lýða á teir gomlu kollfirðingarnar, so væl teir dugdu at málbera seg. Og sig so at lesa bókmentir t.d. hjá Heðini Brú og Sigurði Joensen, har niðurarvaða bygdamálið ríkt og mergjað kemur prýðiliga sjóndar.
Jú, saktans hevði okkara móðurmál havt uppiborið ein skrivligan búna, ið betri hóvaði til málsliga veruleikan. ( Meira )