Strendur: Uppi á Fløtum standa eini stór svørt og hvít hús. Inni í húsinum býr 19 ára gamla Jóhanna í Króki saman við einari av sínum fýra systrum og foreldrunum.
Jóhanna er ein prátingarsom ung kvinna, sum av álvara hevur lært at virðismeta lívið. Hon kom út fyri einum ferðsluóhappi við bilinum hjá foreldrunum tann 26. oktober í fjør. Óhappið hendi á Skála heilt tíðliga um morgunin. Jóhanna minnist ikki reiðiliga, hvat hendi, tí hon misti vitið eina løtu. Bilurin varð vrak, og frá løgregluni fekk hon at vita, at hon hevði verið sera heppin.
Hóast hon fekk ein stóran skelk, so koyrir hon aftur bil í dag, men sigur sjálv, at hon ikki er heilt trygg við tað.
Hon hevur valt at traðka fram við sínari søgu, tí hon heldur so avgjørt, at hon hevur ein boðskap at senda út um, at ein eigur at sita í trygdarbeltið.
? Eg kundi tað sama verið deyð, men trygdarbeltið bjargaði mær, sigur hon álvarsom.
Óhappið
Jóhanna var á veg út aftur á Strendur tíðliga sunnumorgunin tann 26. oktober 2003. Hon veit ikki, júst hvat hendi.
Hon minnist bara, at hon koyrdi á Skála, at so brádliga var bilurin farin út av vegnum og koyrdi í grøvini við síðuna av vegnum.
So rendi bilurin á ein steingarð, sum er laðaður framvið og steðgaði.
? Eg minnist bara, at eg skríggjaði ræðuliga hart ,og tað ljóðaði ikki sum eg. So fekk glassplintur í munnin og so var alt kvirt, greiðir unga strandakvinnan frá.
Hon slapp tó við egnari hjálp úr bilinum og gekk ør á vegnum og mól. Ein bilur kom á staðið og koyrdi hana heim.
Ikki fyrr enn seinni gekk tað upp fyri Jóhonnu, hvat var hent. Hon var púra í ørviti og enn tann dag í dag, sigur hon, at hon minnist ikki túrin frá Skálabotni til óhappið hendi.
Hon fekk ikki stórvegis skaða av óhappinum, men gongur enn til viðgerð fyri koyrilsbrest. Pínu hevur hon onga longur, men tað órógvar hana so mikið nógv, at hon hevur verið sjúkrameldað síðani óhappið og hevur ikki fingið spælt hondbólt.
Men tað er hon við at taka uppaftur nú. Hon er so smátt farin aftur til arbeiðis og spælir hondbólt av og á.
Tók bilin
Jóhanna fylti 19 ár tann dagin óhappið hendi. Hon skuldi koyra ein vin til Havnar. Foreldrini áttu ein Rover 600, sum var rættuliga nýggjur. Hon helt, at eftirsum, at hon hevði føðingardag, so slapp hon at lána bilin. So hon spurdi ikki foreldrini áðrenn, men fór bara avstað við bilinum. Hetta hevur givið henni sera ringa samvitsku síðani óhappið.
? Mamma og tey hava ongan bil í dag, tí eg krasjaði hann. Og eg vildi ynskt, at eg kundi keypt teimum ein nýggjan, sigur hon stillisliga.
Frá Bileftirlitinum hevur hon fingið at vita, at antin misti hon tamarhaldið á bilinum og rendi útav ella punkteraði bilurin. Men tað er ikki staðfest, hvør av hasum møguleikinum, veruliga var orsøkin til óhappið.
Jóhanna er sannførd um, at tað hevði lætt munandi um ringu samvitsku hennara, um foreldrini høvdu keypt ein nýggjan bil.
? Tey hava tosað um tað, og eg vóni, at tað verður skjótt, tí eg kann ikki lata vera við at hugsa um, at tey ongan bil hava orsakað av mær, sigur hon.
Koyri ikki aftur
Beint eftir óhappið ætlaði Jóhanna, sum tá hevði havt koyrikort í eitt ár, at bróta koyrikortið, tí hon ætlaði sær ikki at seta seg handan eitt ratt aftur. Men foreldrini eggjaðu henni til at fara at koyra aftur beinanvegin, tí eitt óhapp kann henda fyri ein og hvønn.
So við og við fór hon at koyra aftur, men hon sigur, at tað er ringt at koyra, tá foreldrini eru við í bilinum.
? Tá tey eru við, tori eg stak illa at koyra, tí eg eri bangin fyri, at okkurt skal henda, meðan tey eru við, greiðir Jóhanna frá.
Hon harmast eisini um, at fólk ikki longur hava álit á henni sum bilførara. Ongin hevur beinleiðis sagt tað við hana, men hon sigur, at hon merkir tað á fólki, at tey vilja illa koma við henni í bili.
Tað er nakað, sum særir hana, tí hon heldur ikki, at hon er ein verri bilførari fyri tað, um hon kom út fyri einum óhappi.
Men samstundis ásannar hon kortini, at tað er torført fyri hana at koyra bil til tíðir.
? Serliga tá eg koyri fram við staðnum, har óhappið hendi, tá kann eg gott blíva illa fyri av minnunum, tí óhappið er enn so feskt í mínum minni, sigur hon.
Marruna
Tá Jóhanna var komin heim í øllum góðum eftir óhappið og alt var so nøkulunda komið upp á pláss, legði hon seg. Hon svav ikki minni enn 13 tímar, men tað hevur helst verið av góðum grundum.
Men svøvngávurnar hildu ikki fram at vera líka góðar. Hon byrjaði at droyma og at fáa marruna um, at hon var aftur í bilinum og um óhappið sjálvt.
Og tað gjørdi tað so ikki betur, at hon fyri einum mánaði síðani ella so aftur var stødd í einum bili, sum kom út fyri einum óhappi. Hesuferð koyrdi Jóhanna ikki sjálv, men ein vinmaður.
Tey vóru á veg suður til Havnar at hyggja eftir steypafinaluni í hondbólti. Koyrilíkindini hendan dagin vóru út av lagi vánalig, og tá tey komu til Kollafjarðar, hendi alt so skjótt. Jóhanna greiðir frá, at tað var krapi á vegnum, og bilurin fór uppfrá, gronin rendi í bilverjuna, so fór bilurin runt og tá tók reyvin í bilverjuna, og tá hann so aftur stóð stillur stóð hann í sama bana aftur og vendi sama veg.
? Vit kundu tað sama koyrt víðari, um ikki bilurin var so illa farin, sigur Jóhanna.
Fimm fólk vóru í bilinum. Øll sótu í trygdarbelti, og ongin teirra fekk nakran skaða.
Tey hildu leiðina fram í øðrum bili til Havnar, hóast óhappið skelkaði tey øll.
Jóhanna sigur sjálv, at hon upplivdi hetta óhappið sum nakað sera óhugnaligt, tí hon so stutt framman undan hevði verið úti fyri hinum. Men hon helt saman við hinum fýra leiðina fram til Havnar kortini.
Onki misálit
Tá dysturin í Havn var av, fóru tey inn aftur til Strendur. Jóhanna sigur, at eftir óhappið boðaðu tey sjálvandi frá heima, hvat var hent, men at øll høvdu tað gott og fóru til Havnar. Mamma Jóhonnu var sera ørkymlað og ringdi ofta til Jóhonnu á vegnum innaftur. Men tað skilir hon væl.
Hon valdi tó sjálv at fara aftur í bilin við sama førara, tí hon veit, hvussu tað er, tá ein hevur verið úti fyri óhappi.
? Tað kann henda fyri ein og hvønn. Og eg helt, at eg skuldi geva honum ein kjans afturat. Tað gekk fínt at koyra inn aftur til Strendur, sigur Jóhanna í Króki, sum hevur valt at trína fram við sínari søgu av fleiri orsøkum.
? Tað er gott fyri meg at kunna práta um óhappið. Tað reinsar meg, og eg haldi, at tað er nakað stórt, at eg eri á lívi, tá eg líka so væl kundi havt latið lív í hasum óhappinum. Trygdarbeltið bjargaði mær, og tann boðskapin vil eg fegin vera við til at senda út. So havi eg í øllum førum gjørt mítt á hesum økinum, sigur Jóhanna í Króki, sum eisini hevur verið í samband við Ráðið fyri Ferðlsutrygd um hetta.
Myndatxt til jóhonnu í bili:
? Trygdarbeltið bjargaði mær, tá eg kom út fyri einum ferðsluóhappi á Skála í oktober í fjør. Eg fekk at vita frá løgregluni, at um ikki eg sat í beltinum, var eg deyð á staðnum, sigur 19 ára gamla Jóhanna í Króki av Strondum