Vildi selja Føroyar til hægstbjóðandi

- Tað er láturligt, at nakað, ið eg møguliga havi sagt í skemti fyri 30 árum síðan, nú er komið undan kavi í skjalasøvnum, sigur Halgir W. Poulsen, eftir at Reyðabók greiðir frá einum ungum sakførara, ið mælti til at selja Føroyar til USA ella Sovjetsamveldið, alt eftir hvør vildi gjalda meira.

Føroyar skuldu bjóða USA og Sovjetsamveldinum at sleppa at hava herstøðir í Føroyum, og tann parturin, ið vildi gjalda mest, skuldi fáa loyvið. Fyrimyndin var Malta, ið hevði stongt bretsku herstøðina á oynni, og í staðin hevði fingið sær samband við Libya og Kina, helst tí at har fekst ein betri avtala.
Føroyar kundu læra nakað av Malta, og við at spæla USA og Sovjet út móti hvørjum øðrum var møguleiki fyri eini góðari avtalu. Til dømis kundi Suðuroyggin verið bjóðað fram til herstøð, og síðan kundi Marinustøðin og flogvøllurin í Vágum flytast suður.
Vísti tað seg, at annaðhvørt USA ella Sovjet fóru at bjóða meira fyri Føroyar enn danska ríkisveitingin, so fór meiriluti helst at vera fyri loysing.
Uppskotið, ið er nevnt í Reyðubók, átti sakførarin Halgir Winther Poulsen, og hann nevndi tað fyri ovastanum á Marinustøðini, Kaj Bang. Hetta var í 1972.

Láturligt
Í dag kemur tað eitt sindur dátt við hjá Halgir Winther Poulsen, at hetta brotið er at finna í eini søguligari frágreiðing um Føroyar í kalda krígnum.
- Tað kann væl vera, at eg havi nevnt hatta í skemti fyri ovastanum á Marinustøðini, Kaj Bang, ið var skyldmaður hjá mær. Men eg má siga, at eg hevði ikki droymt um, at hetta skemtið fór at vera niðurskrivað og goymt í skjalasøvnum í yvir 30 ár. Tað er láturligt, sigur Halgir Winther Poulsen og heldur fram:
- Nú havi eg ikki lisið alla frágreiðingina, men út frá hasum brotinum kann eg bara staðfesta, at høvundin ikki hevur gjørt serliga nógv burturúr at eftirkanna sínar keldur.

Kennir seg ikki aftur
Í Reyðubók verður Halgir Winther Poulsen, sambært danska heryvirmanninum, skýrdur at vera sera tjóðskaparsinnaður, "anti-danskur", víðgongdur konservativur og eina av drívmegini í felagskapi, ið vildi hava Nato burtur úr Føroyum. Tó er hann ikki tjóðveldismaður, stendur í Reyðubók.
Sjálvur kennir Halgir Winther Poulsen seg ikki aftur í hesi lýsing.
- Tað er rætt, at eg ikki var tjóðveldismaður, men annars kenni eg meg ikki aftur, sigur sakførarin.

Einki mótmæli
Spurdur, hvørt hann æltar sær at mótmæla, at hesi brot nú eru komin at standa í eini frágreiðing, ið hevur støði sum søguligt fakta um Føroyar í kalda krígnum, sigur Halgir Winther Poulsen, at tað fer hann ikki.
- Nei, tað havi eg ongan hug til. Eg haldi ikki, at eg eri so týdningarmikil persónur í samfelagnum, at tað er neyðugt, og harumframt haldi eg hatta vera so sera láturligt, sigur Halgir Winther Poulsen, og leggur skemtiliga afturat:
- Men tað er nú gott, at høvundin hevur fingið við, at eg skal hava vónað, at USA fór at bjóða mest fyri Føroyar.