At tað eru fleiri, sum halda tað verða spennandi at gerast løgtingsmaður, hava vit í valstríðnum farna sæð nógv dømi um. Men at tað skal vera so stuttligt, at fólk siga borgarliga starvið frá sær ? og arbeiða sum tingfólk uttan at fáa løn, tað høvdu vit kanska ikki roknað við. Men soleiðis er tað.
Tey, sum fyrstu ferð vórðu vald á ting á valinum 20. januar, hava ikki fingið løn enn. Og tey hava tey heldur ikki rætt til. Hóast tey arbeiða sum tingfólk allan februarmánað, so fáa tey onga løn, tí tey hava ikki rætt til løn fyrr enn 1. mars.
Orsøkin er tann einfalda, at lógin um »samsýning og eftirløn løgtingsmanna« sigur, at løgtingsmaður fær løn »frá 1. degi í mánaðinum aftaná, at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni«.
Løgtingsvalið var 20. januar. Fyrsti tingfundur var 3. februar, og tá vórðu valbrøvini góðkend. Nýggju tingfólkini hava tískil ikki rætt til løn fyrr enn 1. mars. Sostatt hava tey arbeitt uttan løn í februarmánaði.
Ein teirra, ið ikki fær løn, og sum hevur verið noyddur at siga borgarliga starvið frá sær, er Johan Johannessen, nývaldur tingmaður í Havn. Hann starvaðist sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Men tá hann gjørdi av at stilla upp, fór hann alt fyri eitt í farloyvi. Hann hevði nakað av feriu tilgóðar, og fekk fulla løn í desember. Men bert triðingsløn í januar.
? Ja, eg má so staðfesta, at eg higartil í ár bert havi tjent einar 8.000 kr ? í sjónvarpinum. Og eg fái onga løn í februar ? ikki fyrr enn 1. mars, sigur Johan Johannesen.
Hóast hetta kann tykjast løgið, so vísir John Johannessen á, at tað var nakað serligt hesaferð, tí tað fall soleiðis út, at valbrøvini vóru góðkent fyrst í mánaðinum, 3. februar. Hevði tingfundur t. d. verið 31. janaur, so fingu tingfólkini løn fyri februar.
? Men vit fáa tað so aftur í hinum endanum, um valið aftur verður síðst í mánaðinum og um valbrøvini hjá komandi tinginum ikki verða góðkent fyri eftir mánaðarskiftið eftir, sigur John Johannessen.
Spurdur um hann heldur hetta vera órættvíst, og um hann ætlar at leggja uppskot fyri tingið um at broyta regldurnar, svarar hann:
? Nei, tingmannalønin er góð. Eg gremji meg ikki um tað, og eg fari ikki at mæla til at broyta lønarviðurskiftini. Tó haldi eg, at vit tað sama kundu fingið løn frá fyrsta degi, ella tí degi, tá valbrøvini vórðu góðkent, men hatta er so ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um.
Seinastu valstríðini hava víst, at fólk brúka nógvar pengar til valstríðið, sum seinnu árini er vorðið rættuliga persónligt. Men hvussu nógvar pengar hevur Johan Johannessen brúkt í valstríðinum.
? Mítt valstríð hevur kostað mær einar 20.000 krónur, so tað er ikki tað heilt stóra, sigur John Johannessen, sum um fáar dagar fær lønina fyri marsmánað. Tingmannalønin er 30.264 krónur og 73 oyru. Harafturat fáa allir tingmenn eitt skattafrítt ískoyti upp á 2.000 krónur um mánaðin. Teir tingmenn, ið búgva uttan fyri Havnina, fáa harumframt eitt ferðaendurgjald, sum er upp til 7.500 kr skattafrítt um mánaðin.