fyritøkur ella ikki. Tað heldur Juanna S. Joensen støddfrøðiligur búskaparfrøðingur og PhD lesandi. - Tað er tilgongdin, sum er avgerandi fyri, hvussu væl einskiljingar fara at hepnast í Føroyum. Í løtuni er [...] ttin. Sostatt er tað ein fyritreyt at kenna marknaðin í hvørjum einstøkum føri, sigur Juanna S. Joensen. Vit skulu sambært Juannus S. Joensen ikki vænta okkum, at tað er nóg mikið bert at sjóseta eina [...] Einki vísindarliga prógvað Sum ein av bert heilt fáum føroyingum skrivar Juanna S. Joensen í løtuni PhD ritgerð í búskaparfrøði við Århus Universitet. Hon vísir á, at einskiljingar eru eitt vælkent búskaparligt
seg út í kappingina. Tann møguleikin er so enn til staðar. Men kann endin gerast, at tá tað longu eru tvey feløg á rutuni, tá útlendsk feløg frítt kunnu flúgva uppá Føroyar frá 2007, tá er ikki pláss fyri [...] fyri einum aftrat? Tað er ikki sørt ein feril av lagnunnar speisemi, nú Atlantsflog endaði í somu støðu sum "erkafíggindin" Mærsk hevði alla ta fyrstu tíðina á Føroyarutuni, nevniliga eini monopolstøðu [...] skuldi enda við, at vit ístaðin fyri eitt danskt monopol fingu eitt føroyskt monopol! Hetta er so ikki nakað, sum vit kunnu lasta Atlantsflog fyri, tí gongdin á marknaðinum lagaði hetta so. Síðani Atlantsflog
ymiskt; leitan aftur í barndómin og fram í deyðan. Og ymiskt orðsnildi, so sum orð-roð. Oddfríður legði fram ymsan gerandiskost. Tøgnin hevur eisini oyru og lógvabrestir hoyrast ikki, sjálvt um oyruni leita [...] m og føroyskum tónleikarum, sum í veruleikanum eru ein verkætlan hjá Sharon Weis, nevnd Tónaband yvir hav. Hesi ungu spæla saman og eru dugnaligir fólkatónleikarar og í hesum døgum hava føroysku fólka [...] ellir í støðum. Alheims og gerandis Heðin M. Klein legði fyri við at siga, at hann nokk var aldursforseti, tí hansara fyrsta yrkingasavn kom út um tað mundi, tá hinir báðir vóru føddir, síðst í sekstiárunum
felagið í hesum umfarinum ikki framdi nakra nýtekning, so økir skrásetingin um møguleikarnar at heinta kapital, tá tørvur er á hesum. Ein tørvur, sum kanska ikki er so lættur at nøkta í Føroyum í allar ævir [...] gingið fyri seg í Føroyum, men við skrásetingini kann sigast, at dyrnar av álvara eru lætnar upp, helt hann. Tað hevur annars verið vanligt, at feløg í oljuvinnuni lata seg skráseta í antin London ella [...] sum hava áhuga í, at ein føroyskur partabrævamarknaður fæst at virka. Og tí var hetta stigið rættiliga upplagt. Var hetta kanska eitt slag av eini skyldu hjá tykkum? - Nei. Tað haldi eg ikki. Men vit eru
teir í Danmark ikki so lítlan prís uppá. Í botnstríðnum lætti Randers sær av aftasta plássinum, tá ið teir á heimavølli vunnu 1-0 ímóti ikki serliga gramma AGF. Herfølge er aftast, eftir at teir í Farum [...] stinnur. FCK var í Odense, og har var tað sum í ævintýrinum hjá 200 ára gamla H. C. Andersen, sum var ættaður úr Odense og sum búði í Keypmannahavn. Tað sá illa út hjá FCK. OB spældi betri, og í 1. hálvleiki [...] teir megnaðu ikki at fáa mál, men tað hjálpti væl upp á spælið, tá ið Jesper Bech varð settur á miðvøllin í vinstru fyri Magne Hoseth, sum heldur ikki var serliga eyðsýndur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði
sigur Davíð Oddsson. Í fyrstu syftu er her talan um samstarv millum hesi bæði londini. Men tað verður ikki útilokað at ikki eisini Grønland kann koma við í hetta samstarvið einaferð í framtíðini. [...] undirskrivaður í hølunum hjá Fornminnissavninum í Brekkutúni í Hoyvík. Og eftir hesum fekk hann eisini navn sítt Hoyvíks-sáttmálin. Øll viðurskifti viðvíkjandi samstarvinum innan fiskivinnuna eru ikki greidd enn [...] eisini íslendingar síggja stórar møguleikar í samstarvinum við føroyingar í framtíðini. Davíð Oddsson segði eftir undirskrivingina, at tá Einahandilin varð avtikin í 1856, so var tað ein stórhending fyri føroyska
verða leiktir sunnudagin, meðan tann eini dysturin verður leiktur í dag. Tað eru VÍF og Stjørnan, sum í dag hittast í høllini í Vestmanna. Ikki ráð at snáva Tað er eingin ivi um, at Stjørnan er greiður favorittur [...] megnaði ikki at koppa Stjørnuni í steypafinaluni, men liðið beit væl frá sær, og tær hava bronsuna at stríðast fyri í landskappingini. StÍF hevur hinvegin ikki tað stóra at spæla fyri. Liðið liggur í løtuni [...] , men soleiðis verður neyvan hjá Stjørnuni í dag. VÍF hevur í seinastuni verið væl sterkari, enn hvat tær hava verið fyrr í ár, og tað var nær við, at tær í seinasta umfarinum tóku stig frá Søljuni á Giljanesi
Dagurin verður hildin við stórari veitslu í fimleikarhøllini í skúlanum leygarkvøldið 19. mars. Eftir borðhaldið í skúlanum verður farið oman í dansistovuna, har tann í Føroyum heimskendi sørvágsbólkurin Tinganest [...] hátíðarhaldinum í Sørvági vænta góða undirtøku. Eisini frá sørvingum, sum eru fluttir úr bygdini. Atgongumerkini til veitsluna verða at fáa í handlunum í Sørvági. Tey, sum ikki dagliga koma í handlarnar, eitt [...] aldursmarkið fyri luttøku á veitsluni til16 ár. Tað merkir tó ikki, at tey heilt ungu og børnini ikki sleppa upp í part yvirhøvur. Tí seinni í summar verða ætlandi onnur tiltøk, sum tey fara at sleppa við til
Arbeiðsmenninir hava asfalterað vegirnar úti í Hesti. Asfalteringin var ikki heilt liðug í gjár, tá ið Sosialurin var á staðnum, men tað lýður væl. Asfaltið var ein ikki heilt storknað, og tað klistraði undir [...] báti. Veðrið var av tí allar besta. Hestoyggin er ein sera vøkur oyggj, og hon var avbera vøkur í góðveðrinum í gjár. Tá ið vit løgdu at við gamla bátahyl, vóru nøkur fólk komin oman at taka ímóti okkum. Á [...] kloakkskipan gjørd. Allar kloakkirnar í bygdini eru samlaðar og renna oman til eitt reinsiverk á keiini. Tað var týdningarmikið at hava kloakkirnar samlaðar sentralt í bygdini. Reinsiverkið liggur undir jørðini
sína í Libanon til sín í Dubai sum skjótast -Vit bara bíða og ganga ørkymlaði í kring. Tað er sum at síggja deyðan í eyguni og bíða eftir honum. Familjan í Beirut flytur frá einum staði til annað í tí trúgv [...] hetta er ikki til at halda út. - Tey eru farin úr teirra húsi og til systkinabarnið. Nøkur av familjuni eru farin úr Beirut og niðan í eina fjallabygd, har tað er tryggari. Og í Libanon er tað ikki so lætt [...] versna. - Í kvøld er tað blivið verri í Libanon. Tað er ørkymlandi og eg eri bangin um mína familju. Eg veit bara einki í løtuni. Tey fortaldu mær at eitt sjúkrahús er álopið, men havi ikki hoyrt meiri