Orðameldur í Miðlahúsinum

Fríggjakvøldið var tónleikur og upplestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni.Góður tónleikur og yrkjarar í ymsum aldri og stíli førdu fram

Yrkingar
 

Kvøldið byrjaði við við einum bólki av ungum hetlendskum og føroyskum tónleikarum, sum í veruleikanum eru ein verkætlan hjá Sharon Weis, nevnd Tónaband yvir hav. Hesi ungu spæla saman og eru dugnaligir fólkatónleikarar og í hesum døgum hava føroysku fólkatónleikararnir so vitjan áv tónleikarunum handan hav. Og sigast skal, at hesi, hóast sín unga aldur, og hóast tey enn ikki høvdu vant so nógv saman,veruliga eru før fyri at fáa fólkatónleik at svinga. Tey verða eisini at hoyra á G! Festivalinum komandi vikuskiftið.
 
At eiga
Tað vóru Bárður Persson, Heðin M. Klein og Oddfríður M. Rasmussen, ið lósu yrkingar og tekstir upp. Bárður legði fyri og hugleiddi yvir hetta at eiga. At eiga ein tekopp, eina konu ella mann og so børn. Men jørð? Kann nakar eiga eitt fjallog hvat er tað fyri eitt fyribrygdi?
                      Bárður las eisini Maðurin og flugan. Um mannin sum sat við vindeygað á eini café og hvakk við hvørjaferð onkur kom framvið. Hann var tokførari og hevði koyrt á eina unga gentu, vísti tað seg. Og á caféini var eisni ein fluga, sum var nakað serligt.
                      Talan var hjá Bárði um filosofiskar tekstir, grundandi og kanska eksistensiellir í støðum.
 
Alheims og gerandis
Heðin M. Klein legði fyri við at siga, at hann nokk var aldursforseti, tí hansara fyrsta yrkingasavn kom út um tað mundi, tá hinir báðir vóru føddir, síðst í sekstiárunum.
                      Hann las upp úr yrkingasavninum Móti Tøgnini og okkurt sum enn ikki er komið í bók. Hann las egnar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge.
Sum heild var talan um tekstir um tilverur, verur, lagnur og hendingar og fyribrygdi  alheims og gerandis.
 
Orð-roð
Oddfríður M. Rasmussen las okkurt nýtt og okkurt eldri, t.d. yrking, ið er ein fuga, eins og innan tónleikin.
                      Her vóru tekstir, yrkingar, um ymiskt; leitan aftur í barndómin og fram í deyðan. Og ymiskt orðsnildi, so sum orð-roð.
 Oddfríður legði fram ymsan gerandiskost.
Tøgnin hevur eisini oyru og lógvabrestir hoyrast ikki, sjálvt um oyruni leita, hugleiddi Oddfríður, men tá hann sum tann seinasti legði bók og pappír frá sær, ljóðaðu lógvabrestir og teir hoyrdust, hóast tað ikki var trongligt í Miðlahúsinum fríggjakvøldið.