Sum í ævintýrinum hjá FCK

Eftir at teir høvdu verið illa staddir, eydnaðist tað kortini FCK at fáa øll stigini við úr Odense, og nú kann rættuligur spenningur koma í, um tað sunnudagin fer at eydnast FCK at vinna ímóti Brøndby, sum einki fekk burturúr vikuskiftinum

SUPERLIGAN

Tað er lagt upp til spenning í superliguni. Í vetrarsteðginum var Brøndby so nógv frammanfyri hini á støðutalvuni, at eingin roknaði við møguleikanum, at tað skuldi gerast spennandi. Men í trimum teimum fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin hevur Brøndby fingið tvey stig, og FCK hevur fingið fulla úrtøku ella níggju stig.
Hesa ferð spældi Brøndby væl á heimavølli, men teir taptu 1-0 ímóti FCM, sum er næstfremst og átta stig aftanfyri Brøndby. Nýggi svenski FCM málverjin, Ola Tidman, var ógvuliga stinnur.
FCK var í Odense, og har var tað sum í ævintýrinum hjá 200 ára gamla H. C. Andersen, sum var ættaður úr Odense og sum búði í Keypmannahavn. Tað sá illa út hjá FCK. OB spældi betri, og í 1. hálvleiki løgdu teir seg framum. Álopsspælararnir hjá FCK, Álvaro og Zuma, vóru lítið eyðsýndir, og teir megnaðu ikki at fáa mál, men tað hjálpti væl upp á spælið, tá ið Jesper Bech varð settur á miðvøllin í vinstru fyri Magne Hoseth, sum heldur ikki var serliga eyðsýndur.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði miðvallarin Michael Silberbauer, og í yvirtíðini var hann aftur upp á spæl og stútaði frísparksinnlegg úr vinstru í málið, og so hevði FCK vunnið 2-1.
Sunnudagin fær FCK í Parkini vitjan av Brøndby, og tað verður roknað við, at allir sessirnir í Parkini fara at vera upptiknir.
Viborg vann 2-1 á heimavølli ímóti AaB. Harvið er Viborg á fjórða plássinum trý stig frammanfyri OB á fimta plássinum. Fjórða plássið telur nógv, tí tað ber atgongd til Royalu liguna við sær, og tað seta teir í Danmark ikki so lítlan prís uppá.
Í botnstríðnum lætti Randers sær av aftasta plássinum, tá ið teir á heimavølli vunnu 1-0 ímóti ikki serliga gramma AGF. Herfølge er aftast, eftir at teir í Farum vóru annar parturin av málleysum javnleiki. FCN er omanfyri strikuna, men teir hava sama stigatal sum Randers.
Silkeborg var í niðurflytingar vanda í vetrarsteðginum. Nú sær væl ljósari út. Sunnudagin vann SIF 2-1 á heimavølli ímóti Esbjerg, og nú er frástøðan til strikuna sjey stig. Esbjerg er langt frá bronsuplássinum, sum teir vunnu fyri einum stórum ári síðani.