- Sum at síggja deyðan í eyguni og bíða eftir honum

Jad Georges Haddad, 27 ár, kristin libani, uppvaksin í Beirut, men nú búsitandi í Dubai. Umvegis internetið práti eg við hann um hansara støðu og uppliving í øllum ófriðinum.

Unnusta hansara Diana Mansour, 23 ár, er í løtuni í Libanon og bíðar eftir at sleppa til Dubai, har Jad arbeiðir í eini teldufyritøku. Systrar Jads og mamma hansara bíða eisini eftir at sleppa úr landinum til Jad.

- Eg vóni bara at tað skjótt er yvirstaðið, mín yngri systir er komin til Dubai nú. Og eg vóni at restin av familjuni eisini fær komið skjótt.
 
- Tað var ætlanin at tey skuldu koma higar í oktobur saman við damuni hjá mær. Eg vil bara hava tey úr landinum sum skjótast til ber!
 
- Um tað ikki er Ísrael, sum loypir á, so er tað Sýria og vit eru endaði mitt í. Vit eru bara deyðatroytt av kríggi
 
- Nei, eitt, sum eg við vissu kann siga tær, er, at vit eru deyðatroytt av Ísrael, Sýria, Iran og Hizbollah. Tað er friður vit hava brúk fyri, tað er tað. Vit hava fingið nokk.

 
Jad vil hava familju sína í Libanon til sín í Dubai sum skjótast 
-Vit bara bíða og ganga ørkymlaði í kring. Tað er sum at síggja deyðan í eyguni og bíða eftir honum. Familjan í Beirut flytur frá einum staði til annað í tí trúgv, at tað har er tryggari. Men hetta er ikki til at halda út.
 
- Tey eru farin úr teirra húsi og til systkinabarnið. Nøkur av familjuni eru farin úr Beirut og niðan í eina fjallabygd, har tað er tryggari. Og í Libanon er tað ikki so lætt at fáa fatur í hvør øðrum. Og eg havi eisini trupult við at fáa tosa við tey.
 
- Í Beirut royna tey bara at yvirliva. Har er eingin streymur, bara seks tímar um dagin. Og í nøkrum øðrum býum er als eingin streymur.
 
- Unnusta mín er í Libanon. Hennara familja var noydd at fara úr teirra húsi, tí har var komin skaði á orsakað av einum ísraelskum álopi. Tey leiga nú eina íbúð. Hetta var nærhendis Dahye, býnum sum allatíðina verður álopin.
 
Seinni um kvøldið práti eg eftur við Jad og tá fortelur hann at støðan er versna.
- Í kvøld er tað blivið verri í Libanon. Tað er ørkymlandi og eg eri bangin um mína familju. Eg veit bara einki í løtuni. Tey fortaldu mær at eitt sjúkrahús er álopið, men havi ikki hoyrt meiri um tað... Flogfør eru í kvøld allatíðina yvir Beirut. Men eg fari nú at hyggja eftir tíðindunum og fari at royna at ringja til tey aftur í Libanon.