Tað finst einki greitt svar upp á, um tað er rætt at einskilja almennar fyritøkur ella ikki. Tað heldur Juanna S. Joensen støddfrøðiligur búskaparfrøðingur og PhD lesandi.
- Tað er tilgongdin, sum er avgerandi fyri, hvussu væl einskiljingar fara at hepnast í Føroyum. Í løtuni er ikki semja politiskt um, hvussu farast skal fram, og tískil er tað altavgerðandi, at hóskandi serkunnleiki kann fáast til vega, soleiðis at bæði politikarar og møguligir keyparar ella partabrævaeigarar eru samdir um besta framferðarháttin. Sostatt er tað ein fyritreyt at kenna marknaðin í hvørjum einstøkum føri, sigur Juanna S. Joensen.
Vit skulu sambært Juannus S. Joensen ikki vænta okkum, at tað er nóg mikið bert at sjóseta eina einskiljing av almennu fyritøkunum, og stórur búskaparvøkstur fylgjur av sær sjálvum. Bert fá lond hava megna at umskipa vinnuligu ognarviðurskifitni frá almennum til privatar hendur á ein fullgóðan hátt, vísir Juanna S. Joensen á.
Einki vísindarliga prógvað
Sum ein av bert heilt fáum føroyingum skrivar Juanna S. Joensen í løtuni PhD ritgerð í búskaparfrøði við Århus Universitet.
Hon vísir á, at einskiljingar eru eitt vælkent búskaparligt fyribrigdi kring allan heim, og tað er hepnast bæði væl og minni væl kring um heiminum.
- Tað er tó einki vísindarligt prógv fyri, at tað er skilagott fyri búskaparliga vøksturin at einskilja. Tað tídningarmesta fyri búskaparligan vøkstur og økta kapping á marknaðinum er, at møguligir íleggjarar hava tær røttu tilelvingarnar . Tí er tað meira umráðandi fyri dynamikkin í búskapinum, hvør tekur tær politisku avgerðirnar, enn hvussu ognarviðurskiftini eru, sigur Juanna S. Joensen.
Hart við vælferðina
Tá almennar fyritøkur verða einskildar, soleiðis sum ætlanin er, fer hetta at merkjast broytingar fyri tað føroyska samfelagið, og eitt stórt lop verður gjørt móti einum sokallaðum marknaðarbúskapi, har ávirkanin hjá tí almenna á vinnulívið minkar alsamt.
- Fyri at einskiljingarnar skulu virka eftir vild og ikki geva føroyingum lægri vælferð, er tað ein fyritreyt, at tilgongdin er tann rætta: at nøktandi serkunnleiki er til staðar, at tað er politisk semja, at borgararnir taka undir við einskiljingunum, og at tann neyðugi kapitalurin fæst til vega, sigur Juanna S. Joensen.