Hoyvíks-sáttmálin: Seinnapartin mikudagin skrivaðu Jóannes Eidesgaard og íslendski uttanríkisráðharrin, Davíð Oddsson undir eina samstarvsavtalu millum londini bæði. Henda avtalan fer í roynd og veru at gera Føroyar og Ísland til EITT búskaparøki.
Sambært avtaluni skal nú ferð koma á tey búskaparligu viðurskiftini millum londini, eins og ein hevur fingið eitt amboð at samskipa búskaparligu menningina.
Avtalan er sett so sterkt upp, at allar forðingar, sum kunnu tarna hesum búskaparligu viðurskiftunum, skulu beinast burtur í framtíðini. Tað verða haraftrat sett bann fyri mismuni vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.
- Jú, hetta er ein søgulig løta fyri okkum, nú vit eru vorðin ein størri partur av alheiminum.
- Íslendingar eru komnir rættiliga langt á hesi leiðini. Og teimum kunnu vit læra av og hava teir sum okkara fyrimynd, segði Jóannes Eidesgaard, tá sáttmálin var undirskrivaður.
Sáttmálin varð undirskrivaður í hølunum hjá Fornminnissavninum í Brekkutúni í Hoyvík. Og eftir hesum fekk hann eisini navn sítt Hoyvíks-sáttmálin.
Øll viðurskifti viðvíkjandi samstarvinum innan fiskivinnuna eru ikki greidd enn. Hetta fer at taka sína tíð, men ein loysn verður eisini funnin á hesum spurninginum.
Byggir á álit
Henda avtalan fer at verða til fyrimunar fyri føroyingar. Men eisini íslendingar síggja stórar møguleikar í samstarvinum við føroyingar í framtíðini.
Davíð Oddsson segði eftir undirskrivingina, at tá Einahandilin varð avtikin í 1856, so var tað ein stórhending fyri føroyska samfelagið. Henda avtalan er gjørd eftir sama leisti, og fer uttan iva at gerast eitt tíðarskifti á tveimum økjum.
Í fyrsta lagi kunnu londini bæði nú vera við til eitt størri búskaparligt samstarv, og í øðrum lagi er hetta tann breiðasta og mest opna handilsavtalan, sum íslendingar nakrantíð hava gjørt og føroyingar við!
- Hetta er ein góð avtala. Her er ikki neyðugt við eftirliti av øðrum hægri myndugleika, tí henda avtalan byggir snøgt sagt á álit millum báðar partar.
- Hetta er ein góður dagur fyri føroyingar og eisini ein góður dagur fyri okkum íslendingar, sigur Davíð Oddsson.
Í fyrstu syftu er her talan um samstarv millum hesi bæði londini. Men tað verður ikki útilokað at ikki eisini Grønland kann koma við í hetta samstarvið einaferð í framtíðini.