Allir fýra dystirnir verða leiktir sunnudagin, og tveir av teimum eru á Kambsdali. Bæði oddaliðini hjá kvinnunum, Mjølnir og TB, skulu spæla á útivølli, meðan oddaliðið hjá monnunum, SÍ, hevur frí hetta vikuskiftið.
Grannauppgerð í Havn
Lítið man verða at ivast í, at kvinnurnar hjá Mjølnir eru stórfavorittar til at vinna dystin móti ÍF sunnudagin, hóast tær taptu fyri TB farna vikuskiftið.
Menninir hjá Mjølnir vita, at um teir ætla sær at hanga í sørvingum, so er neyðugt hjá teimum at vinna á ÍF á Kambsdali sunnudagin, og tað er eisini ógvuliga sannlíkt, at so verður. Mansliðið hjá ÍF hevur ikki somu styrki sum áður, og tí eru føroyameistararnir úr Klaksvík greiðir favorittar.
Botnliðið hjá kvinnunum, SÍ, fær í Sørvági vitjan av oddaliðnum TB. Tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um unga manningin hjá sørvingum hevði megnað at gjørt nakað við oddaliðið, sum síðsta vikuskifti vann á føroyameistarunum úr Mjølnir í Klaksvík.
Hjá monnunum verður eisini ein dystur á skránni í Havn. Tað er dysturin millum tey bæði havnarfeløgini, Fleyr og Fram, sum verður leiktur í Gundadalshøllini sunnudagin. Hesi bæði lið hava spælt nógvar tættar og spennandi dystir gjøgnum árini, men sum kappingarárið í ár hevur lagað seg higartil, so má Fleyr metast sum favorittur til at vinna dystin móti Fram, sum hevur víst seg at verða rættuliga óstøðugt og tí torført at meta um.