leingi álvarsligur og grunda um dagsins viðurskiftir. Ongantíð, nei, aldrin elvdi hann til klandur, har hann var, og vóru fólk ikki einig í onkrum sjónarmiðum, sum tosað varð um, valdi hann altíð at vera [...] okkum, og serliga var tað mammu okkara, ið hann vildi síggja. Hann ringdi altíð til hennara 2 ferðir um vikuna og búði hjá henni, tá hann var her á klettinum. Jóan Karl var næstelstur av okkum 5 syskjum [...] eina tíð við føroyskum farmaskipi sum stýrimaður, og seinni eisini fleiri ár við donskum og enskum farmaskipum, bæði sum stýrimaður og eisini sum skipari. Hann var stýrimaður hjá mær í 1986-1987, vit
tos um nakran FM-møguleika. Men við seks sigrum á rað var ikki sørt, at HB hevði givið viðhaldsfólkunum eina vón um, at gylti endaspurturin frá í fjør kundi endurtakast. Skuldi nøkur vón haldast um hetta [...] sunnudagin, men tað eydnaðist so ikki. Lítið flótandi Bæði liðini á vøllinum hava til tíðir hetta árið sýnt føroyska fótbólt frá síni allar bestu síðu, men hetta sást tó lítið til hesaferð. Partvíst mundi [...] parti. Einstakar ferðir var tó smávegis vandi á ferð, men heilt opnar møguleikar gjørdist talan ikki um fyri steðgin. Í so máta gjørdist nakað betri seinna umfarið. Fyrsta veruliga bjargingin kom, tá Tróndur
ikki eri í iva um, at íslendingar fara at koma fyri seg aftur, so fara teir í komandi tíðum at hava nógvar avbjóðingar. Teir samráðast enn við IMF og teir skulu eisini avgera spurningin um ES, sigur Sverri [...] Mikið kjak hevur stungið seg upp um Hoyvíkssáttmálan, eftir at íslendska fyritøkan TG-Verk fekk arbeiðið at gera umvælingar á Landssjúkrahúsinum. Sokallaði Íslandssáttmálin hevur fingið skotið í skógvarnar [...] Hansen. Í Íslandi vera føroyingar nevndir við navnið saman við EFTA og EBS í øllum lógum, sum handla um prís á arbeiðsmegi. Íslendsku lógirnar staðfesta, at útlendingar ongantíð kunnu geva lægri lønir, enn
eina fjølbroytta og áhugaverda felags søgu um kommununa. - So allir føroyingar og útlendingar við kunnu fara inn á hesa heimasíðuna og fylgja við, hvussu søgurnar um Havnina mennist, og tað halda vit er ógvuliga [...] Nei, tað er soleiðis, at alt skal um eina redaktión, bæði fyri at tryggja, at søgurnar ikki gerast ov langar, men eisini fyri at vit kunnu vera vís í, at talan er um søguligt tilfar, ið er viðkomandi, [...] DVD. - Tað er væl møguligt, at alt tilfarið verður savnað saman í eitt rit, tá hetta 100-árið er farið aftur um bak, men tað er ikki tikin endalig støða til hetta enn. Fyribils er heimasíðan ætlað sum
síðani at leggja um til snellu og vera á Norðhavinum ta vertíðina, men tað hava teir iki gjørt seinastu árini. Teir hava róð út við línu alt árið. Men nú hava teir so valt at leggja um til snellu. - Tað [...] mikið dýrt at rógva við línu, at við teimum prísum, sum nú eru, lønir tað seg slett ikki, um ikki fiskiskapurin er um tey 100 pundini, sigur Rúni Poulsen. Tað eru eisini so ógvuliga stór økir, sum eru stongd [...] hava roynt við snellu, men nú skal tað so roynast aftur. Rúni Poulsen – og bróðurin Bárður – hava lagt um til snellu, og fara nú antin á Norðhavið ella í Vesaturhavið at royna, inntil stongdu kassarnir lata
ætlanir eru í løtuni um størri út- ella umbyggingar á økinum hjá Tórshavnar Havn. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi. Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga [...] býráðslimirnir annars hava orsøk at vera nøgdir. Inntøkurnar í fjør hækkaðu umleið 10 prosent í mun til árið fyri. Seinastu trý árini hava inntøkurnar hjá Tórshavnar Havn verið hesar: 1997 - 24,7 milliónir 1998 [...] møguligum avlopi. Peningur verður ikki fluttur til onnur kommunal øki. Í havnarnevndini verður hildið, at um útbyggingarnar vóru at enda komnar, so hevði tað kanska fløtt í havnarkassanum. Men neyðugt er eftir
umborð hevur hon so tvær vikur umborð og tvær vikur í landi og hevur so frí tvær ferðir seks vikur um árið eisini. Tað eru bert fáir føroyingar, sum hava røkt slíka uppgávu umborð á oljupallum, og Diana er [...] bygningunum. Hvat heldur Diana so um fyrireikingarnar til eina føroyska oljuvinnu! -Eg haldi tað er spennandi, og at vit mugu so eisini gera okkum út við toli. Potentialið er stórt, um olja og gass eru her. Boraðir [...] man halda tað vera so gott tilfar í tí 37 ára gomlu vágskvinnuni, at oljufelagið hevur heitt á hana um at royna dygdir og evni síni úti til havs ? á einum av tess oljupallum. Diana heldur tilboðið vera
tørvar 15 milliónir krónur afturat í ár, um hon skal klára at gjalda hvørjum sítt. Tað vísir eitt bræv, sum barsilsskipanin hevur sent Vinnumálaráðnum við umbøn um eina eykajáttan í ár og hægri játtan næsta [...] Barsilsskipanini: - at minka um lønarendurgjaldið við at seta tað til eitt nú 80 prosent eins og fleiri lond kring okkum hava - at lækka hámarkið, sum er 35.000 krónur - at minka um útgjaldstíðarskeiðið hjá [...] næsta ár. Sostatt hava útrokningarnar rakt fullkomiliga skeivt fyri hetta árið. Upprunaliga var mett, at Barsilsskipanin skuldi gjalda 56,3 milliónir krónur í ár, men útrokningarnar vísa, at skipanin helst
møguligt. - Tað er ein sannroynd, at seinastu tíggju árini er ein rækjubátur farin av knóranum um árið. Um FAS-skipanin hevði verið galdandi, hevði hon kunnað bjarga einum parti av teimum, tí kappingarføri [...] fyri fleiri Bjarni metir, at pláss hevði verið fyri eini 5 rækjubátum afturat í føroyska flotanum, um tey eisini komu undir FAS-skipanina. Tað ber bara ikki til, tí úrtøkan er ikki nóg høg til tess nú [...] enn vit. Tá so fiskiskapurin aftur minkar, eru vit í vanda fyri at rúka út, sigur Bjarni Petersen. Um rækjubátarnir eisini komu undir FAS-skipanina, hevði munurin millum tey føroysku skipini og tey í
byrjaði at læra, var hann tann einasti sum lærdi húsasmíð tað árið. Síðani tá er talið av lærlingum hækkað rættiliga nógv. Sjálvt um kreppan gjørdi um seg tá hann byrjaði, so høvdu teir nokk at gera, sigur Jóannes [...] einari hurð, og til tað fekk hann 40 tímar. At tað var nóg mikið, er ongin ivi um. Tí, tá skoðanarmeistarin hevði mett um avrikið, fekk hann eitt 11-tal, sum er fyri eitt sera væl úr hondum greitt avrik [...] við sveinabrævinum frá Læruráðið Føroya, eisini fær eitt bronsuheiðursmerki. ? Tað eri eg sera fegin um, sigur Jóannes og heldur fram: ? Tað hevur ikki so nógv at siga í dagligdegnum, men tað er sera stuttligt