Tórshavnar Havn hækkandi inntøkur

VØKSTUR. Ein inntøka á slakar 30 milliónir í fjør hevur við sær, at Tórshavnar Havn verður betri før fyri at fremja íløgur í framtíðini

Tórskvøldið varð roknskapurin hjá Tórshavnar Havn fyri 1999 lagdur fyri býráðslimirnar í høvuðsstaðnum. Bæði nevndarlimirnir í havnarnevndini við Tórfinni Smith á odda og býráðslimirnir annars hava orsøk at vera nøgdir.

Inntøkurnar í fjør hækkaðu umleið 10 prosent í mun til árið fyri.

Seinastu trý árini hava inntøkurnar hjá Tórshavnar Havn verið hesar:

1997 - 24,7 milliónir

1998 - 26,6 milliónir

1999 - 29,3 milliónir


Fleiri vørugjøld

Á leið helvtin av inntøkunum er vørugjald. Annar stórur partur er havnar- og brúgvargjald, sum skip og bátar rinda, og triðja stóra inntøkukeldan er leigugjald fyri bygningar og havnarøki, ið er einar 6 milliónir.

Ymiskar orsøkir eru til stóra inntøkuvøksturin. Greitt er kortini, at vørugjaldið, sum er álítandi barometur fyri búskaparstøðið landsins, er hækkað mest. Serliga tí innflutningurin er vaksin munandi seinastu tíðina.


Bílig útbygging

Fastar og leysar rakstrarútreiðslur hjá Tórshavnar Havn vóru í fjør o.u. 10 milliónir. Sløku 20 milliónirnar, ið lógu eftir, verða í høvuðsheitum brúktar til ta stóru molabreiðkanina.

Hetta arbeiðið verður munandi bíligari at gera, enn hildið varð tá ið tað varð boðið út. Kostnaðurin varð mettur til einar 60 milliónir, men tá ið tilboðini vórðu latin upp, vóru øll betur enn væntað. Staðfest varð, at arbeiðið »bert« fer at kosta góðar 40 milliónir.


Avlop til havnina

Tá ið tað gongur væl fíggjarliga hjá Tórshavnar Havn, er tað bert havnin (ikki Havnin), ið fær beinleiðis ágóðan av møguligum avlopi. Peningur verður ikki fluttur til onnur kommunal øki.

Í havnarnevndini verður hildið, at um útbyggingarnar vóru at enda komnar, so hevði tað kanska fløtt í havnarkassanum. Men neyðugt er eftir øllum at døma at fremja framhaldandi útbyggingar og umvælingar, tí tørvurin á atløguplássi og havnarøki vekstur og broytist so hvørt. Neyðugt er at hava pláss til skip og serliga bingjur, ið eru vornar fleiri í tali.


Byggja í Nýhavnini

Havnanevndin arbeiðir í løtuni við at skipa økið á keiini av nýggjum. Greitt er, at nýggi molin verður bingjupláss burturav. Hetta gevur frípláss á tí innaru, sonevndu Nýhavnini, har bingjurnar nú standa. Íslendska Eimskip er eitt av flutningsfeløgunum, ið kanska fer at byggja sær farmagoymslu á tí økinum

Ongar aðrar ítøkiligar ella alment kendar ætlanir eru í løtuni um størri út- ella umbyggingar á økinum hjá Tórshavnar Havn. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.

?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.

Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.

? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.

?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.

? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.